Ein spurningur um dygd

Hóast dygdin skal vera í lagi, er hon ikki einasta barometrið fyri, um føroyskar bøkur kunnu gera seg galdandi uttanlands


Marknaðarføring av føroyskum bókmentum má hava skaldsligu dygdina sum sítt fremsta metingarstøði, staðfesti bókmentafrøðingurin, Erik Skyum-Nielsen her í blaðnum herfyri.

Eisini Carl Jóhan Jensen, rithøvundur og ummælari, tvíheldur um, at skulu føroyskar bókmentir gera sær vónir um at gera seg galdandi uttanlands, má dygdin vera tað berandi.

Spurdur, hvat dygd merkir í hesum høpi, sigur Carl Jóhan Jensen, at dygd ikki so lætt letur seg eyðlýsa.

- Men vit vita nokk øll, nær ein bók er góð. Trupulleikin er, at vit ikki tora at skyna ímillum góðar og vánaligar bøkur. Í staðin dyrka vit tað miðalgóða og siga, at alt er javngott, sjálvt um vit innast inni vita, at tað er nakað øgiligt tvætl

Hóast Carl Jóhan Jensen fýlist á lyndi hjá føroyingum at ógilda dygdarmunin, tá tað ræður um bókmentir, heldur hann, at glottar eru at hóma.

- Á næstan hvørjum ári velur nevndin, ið innstillar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, út eina bók, ið tey meta hevur eina serliga dygd. So leingi, tey tora tað, eru vit á góðari leið, heldur Carl Jóhan Jensen. 



Dygd og sjangrur

Arnbjørn Ó. Dalsgarð, formaður í Rithøvundafelagnum, minnir á, at eitt høgt listarligt støði eigur ikki at vera einasta barometrið fyri, um ein bók er verd at týða og marknaðarføra ella ikki. Møguleikin fyri um ein bók kann gera seg galdandi aðrastaðni veldst eisini nógv um, hvørja bókmentaliga sjangru, hon hoyrir heima í.

Sjálvur er Arnbjørn Dalsgarð rættiliga sannførdur um, at í fleiri førum kunnu føroyskir høvundar væl gera seg galdandi innan sína sjangru.

- Eg kann væl ímynda mær, at Jógvan Isaksen kann fáa enn størri útbreiðslu innan krimisjangruna. Eisini haldi eg at Oddvør Jóhansen er eitt fínt boð uppá ein høvunda, sum kann gera seg galdandi millum tær lættari bókmentirnar, sigur hann.

Ein annar máti at meta um, hvørt ein føroysk bók kann gera seg galdandi, er at hyggja at, hvørjar føroyskar bøkur selja mest í Føroyum, heldur Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

- Føroyskir lesarar eru ikki øðrvísi enn lesarar aðrastaðni, so teirra áhugi kundi givið eina góða ábending, heldur formaðurin í Rithøvundafelagnum, sum annars eftirlýsir fleiri virðislønir til føroyskar bókmentir, ið kundu verið við til at mett um støðið.

- Í londunum rundan um okkum er tað heilt vanligt, at eitt nú peningastovnar lata virðislønir til bókmentir, og tað haldi eg eisini at líknandi stovnar í Føroyum áttu at gjørt, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð