Hann vísir á, at samgongufólk hava ført fram, at skattalættarnir hjá fullveldislandsstýrunum vóru líka stórir sum skattalættarnir hjá ABC-samgonguni.
Av tí at eg eri ein av teimum, sum hava ført hetta fram, vil eg fegin undirstrika, at tað sum eg havi sagt um skattalættarnar hjá fullveldislandsstýrunum, er ein tilvísing til tað, sum Høgni Hoydal segði undan valinum í 2004. Tí vil eg spyrja hann henda spurning:
Um skattalættarnir frá 1998 til 2003 bara kostaðu 103 mió. krónur, hví segði Høgni Hoydal so í 2004, at fullveldislandsstýrini høvdu givið skattalættar fyri næstan 400 mió. krónur? Royndi hann at lúgva fyri Føroya fólki? Ella hvør er forkláringin?










