Ein spurningur millum foreldur og barn

Foreldrafelagið Heim & Skúli heldur, at tað er ein spurningur millum næming og foreldur,

hvørji klæði næmingurin letur seg í at fara í skúla.

Í Norðurlondum er drúgv siðvenju fyri, at fólkaskúlin ikki blandar seg upp í skiftandi móta,

ella hvussu næmingarnir lata seg í. Í einum skúla, hvørs endamál er at útbúgva og fyrireika samfelagsborgarar, gevur hetta næmingunum rásarúm at forma sín egna samleika og at verða góðtikin fyri at vera tann, mann er.

At gera ítøkiligar reglur um, hvat er mentanarliga virðiligt, tá ið talan er um, hvussu tú letur teg í at fara í skúla, heldur Heim & Skúli kann skapa trupulleikar. Orsøkin kemst av, at tú skjótt kanst koma í eina støðu, har tann einstaki lærarin ella skúlastjórin skal gera av, hvat er hóskandi. Tí heldur Foreldrafelagið Heim & Skúli, at um ein skúli vil gera ítøkiligar reglur um, hvussu næmingar eiga at vera ílatnir, so eigur hetta at verða gjørt í samstarvi við foreldrini.

Foreldrafelagið Heim & Skúli vísir eisini á, at sambært paragraf 53, stk. 5 í fólkaskúlalógini er tað skúlastýrið og ikki skúlastjórin, sum ger reglur um virðisgrundarlag og skilhaldsreglur skúlans.

Vil ein skúli vísa á, at klædnastílurin hjá einum næmingi órógvar friðin í

flokkinum, at ein næmingur verður illa við ella tarnaður í læringini, so kann skúlin í hesum tosa við foreldrini um støðuna, og hvat er hóskandi at vera í í skúla. Hetta hevur einki at gera við, um skúlin hevur samtykt reglur fyri, hvussu næmingarnir eiga at vera ílatnir.

 

 

 

Foreldrafelagið Heim & Skúli

 

------------------

 

heimogskuli(at)gmail.com

 

www.heimogskuli.wixsite.com/heimogskuli

 

www.facebook.com/HeimOgSkuli/