Bretska heilivágsfyritøkan GlaxoSmithKline sigur, at ein nýggj vaksina, sum fyritøkan hevur gjørt, virkar so væl ímóti H1N1 ella Influensa A, at tað er nóg mikið at vaksinera fólk einaferð.
Læknavísindin hevur fyrr sagt, at tað er helst neyðugt at vaksinera fólk eina ferð um vikuna í tríggjar vikur, men bretska fyritøkan sigur, at tað er als ikkii neyðugt.
Kinesiska heilivágsfyritøkan Sinovac kunngjørdi herfyri, at heilsumyndugleikarnir hava hava góðkent eina svínakrímvaksinu, sum fyritøkan hevur gjørt.
Eisini í Fraklandi og Avstralia eru fyritøkur komnar væl áleiðis við vaksinu ímóti kríminum.