Ein spentur og stúrin Chris Medina

(Eftir: Barbaru Gaard og Gunnvá Enni)

- Spentur og stúrin er hann áðrenn, hann skal geva nýggju fløguna hjá sær út. Eftir at hava fylt sangstjørnuni Chris Medina, ið syngur sangin ”What are words” hevur ”American Idol” stjørnan nógv at liva upp til.

- Eg havi fingið ein heilt nýggjan lívsstíl, eftir at eg havi gjørt sangin ”What are words”. Umsíðir havi eg møguleikan til at spæla tónleik og framføra hann. Tað er mín ábyrgd at geva mínum fjepparum og almenninginum mítt besta, sigur Chris Medina við VGnett.

Hann hevur avdúkað sína sál. Popp-stjørnan viðgongur, at hann er nervøsur og følur seg pressaðan. Líka síðani hann gav ”What are words” út tíðliga í vár, hevur hann offrað seg hesum 150%. Og hann vónar at móttøkan av hansara nýggju fløgu, verður væl móttikin.