Ein spennandi vika

Fólkatingið: Skipanin við starvsvenjing er vanliga tann, at næmingarnir eru úti í tvær vikur í senn, men í hesum førinum var hetta bert galdandi í eina viku í fólkatinginum.

Tær fingu kortini eitt undantak, tí starvsvenjingin byrjaði í veruleikanum hósdagin í farnu viku, so tær hava fingið nakrar dagar eyka á danatingi.
Hóast stuttu tíðina, so halda tær hava fingið sera nógv burtur úr. Og tær hava eisini hitt fleiri av kendu donsku politikkarunum og hava harafrtat tosað við fleiri teirra.
Millum teir kendu politikkararnar tær hava sæð eru Pia Kjærsgaard og Mogens Lykketoft, meðan tær hava tosað við fleiri ráðharrar, m.a. Bertel Haarder, Connie Hedegaard og uttanríkisráðharran, Per Stig Møller sum tær siga vera sera fittan og fyrikomandi.
Ætlanin var at tær skuldu eisini fáa eitt orð við sjálvan forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen. Fundur var avtalaður og tíð sett á, men tíverri varð hann noyddur at fara til Rom at fylgja pávanum til gravar. So tað varð av ongum.
-Vit hava tó sæð hann og forsætismálaráðið. Har er øgiliga stórt og ótrúliga flott inni, sigur Rebekka, sum sigur at tær báðar eisini eru avmyndaðar í onkrum minni donskum blaði.