Norrøna, Atlantshavið: ? Tað hevur verið sera spennandi at verið við
til at ment virksemið hjá Smyril Line. Hetta sigur Heri Niclasen,
stjóri á Ferðaráð Føroya, sum í 12 ár starvaðist hjá Smyril Line.
Fyrsta árið sum telegrafristur við Norrønu, seinni sum sølustjóri í 10
ár.
Heri Niclasen er útbúgvin telegrafistur, og áðrenn hann kom í
starv hjá Smyril Line, starvaðist hann sum telegrafistur hjá Lyngby
Radio og í nøkur ár ymsa-staðni í Grønlandi.
Vit hava biðið Hera Niclasen greitt okkum eitt sindur frá tí arbeiði, hann var við til at menna hjá Smyril Line:
?
Ein stór hending hjá okkum, sum starvaðust á landi var, tá vit fluttu í
nýggja og nútímans bygningin í Jónas Broncksgøtu í 1991. Tá høvdu vit í
fleiri ár tosað um at fáa eina elektroniska booking-skip-an, tí tað var
sera trupult at føra allar bookingbøkurnar, soleiðis sum vit gjørdu. Av
tí at alt varð gjørt manuelt, og ofta sama ferðafólk skrivað í einar
fýra bøkur, so komu altíð fyri dupultbookingar, greiðir Heri Niclasen
frá.
Hann sigur, at tey høvdu frætt, at Hurtigruten í Noreg hevði
fingið gjørt eina telduskipan til teirra 11 skip, sum sigldu upp á 36
havnir um dagin. Norrøna sigldi til 8 havnir um vikuna, og tí valdu tey
at seta seg í samband við ISS-Booking, sum hevði gjørt skipanina.
Úrslitið av hesum var, at Smyril Line í 1991 kundi taka í brúk nýggju teledubookingskipanina.
?
Hetta lætti munandi um arbeiðið hjá okkum. Eg minnist væl, at eg var
við fyrsta túrin, tá vit royndu skipanina. Øll boardingkortini vórðu
útskrivað á teldu, og so at siga eingir feilir vóru. Hetta var av
sonnum ein kollvelting fyri fólkið á skrivstovuni ? og ikki minst fyri
tey umborð, sum skuldu vísa fólki á kømrini.
Ein annar trupulleiki hjá Smyril Line fyrstu árini var, at virskemið hjá felagnum doyði, tá summarsiglingin var av.
?
Vit høvdu hópin at teldum standandi, og tað var tí eingin meining í at
pakka tær í plastikk fyri veturin, sigur Heri Niclasen, sum tí skjeyt
upp fyri leiðsluni, at Smyrl Line stovnaði sína egnu flogdeild.
So
var gjørt, tey settus eg í samband við IATA í Svøríki, og í dag er
flogdeildin ein týðandi partur av virkseminum hjá Smyril Line.
Annað tiltak, sum økti um virksemið hjá felagnum var, tá farið varð undir at bjóða pakkaferðir.
?
Vit settu á stovn eina incomingdeild, sum skal standa fyri tiltøkum á
landi, fyri hotellgisting, útferðum o. s. fr. Hendan deildin hevur nógv
virksemi í dag.
Tíðirnar fyrst í nítiárunum vóru rættuliga truplar í
Føroyum. Hetta merkti Smyril Line eisini, tí føroyingar ferðaðust ikki,
so sum teir hvødu gjørt fyrr, tóat parturin hjá útlendingum var
stabilur.
? Nú máttu vit finna upp á ráð, og tá var tað, at vit komu
fram við tilboðnum um bátaferðir til Noregs, greiðir Heri Niclasen frá.
?
Hetta var ein bíligur máti hjá føroyingum við egnum báti at ferðast í
norska skergarðinum í allar fínasta veðri, nakað, føroyingar ikki vóru
vanir við. Eg minnist væl, at Ólavur Hátún var tann fyrsti, ið tók av
tilboðnum við báti sínum »Svíknoyingurin«, sigur Heri Niclasen.
Bátaferðirnar eru vorðnar alt meira vælumtóktar, og vóru 60 bátar við Norrønu til Noregs í fjør.
?
Nú ber so uppaftur betur til við hesum, tí við nýggju Norrønu eru væl
meira av plássi fyri bátum, leggur Heri Niclasen afturart.
Annað tiltak, ið Heri Niclasen hevur verið við til at ment, vóru harmonikutúrarnir til Bergens.
?
Tað var í 1992, at vit skipaðu fyri fyrsta tiltak-in-um. Hetta var
sjálvandi fyri at fáa meira burtur úr, tá summarsesongin var av,
greiðir Heri Niclasen frá.
Hann sigur, at fyrsti harmonikutúrurin
hepnaðist sera væl. Tey seldu ferðaseðlar fyri 360.000 krónur, og sølan
av hesum umorð var 920.000 krónur.
? Tilsamans gav hetta tiltak 1,4
mió krónur meira í kassan hjá Smyril Line, og eg vænti, at
harmoniku-túrarnir síðani hava givið ein umsetning upp á 15 ? 20 mió
krónur, sigur Heri Niclasen.
Smyril Line hevði bjóðað pakkaferðir,
so funnu tey nú upp á eitt nýtt slag av einvegis pakkaferðum. Hetta var
gjørt fyri at lætta um trýstið á leiðina millum Hanstholm og Havnina
ávísar tíðir. Trupult var hjá t. d. týskarum at sleppa við hesi rutu
víðari til Íslands, og tí valdi Smyril Line at gera eina pakkaferð, har
tú t. d. fórt av Havnini til Hanstholm og heimaftur um Bergen. Hesar
pakkaferðir vóru til ávísar tíðir og frá ávísum havnum, og tær vórðu
væl umtóktar og tæntu endamálinum at lætta um, har trýstið var størst.
Heri
Niclasen fór í 1996 frá sum sølustjóri hjá Smyril Line. Hann gjørdist
tá marknaðarstjóri hjá Atlantsflog, og í dag er hann stjóri á Ferðaráð
Føroya.