Ein spennandi finala í væntu

Flogbóltspælið hevur í ár møguleikan, at røkkka ókendum hæddum í serliga Sørvági. Bæði hjá monnum og kvinnum verður SÍ umboðað í ársins flogbóltsfinalum, ið verða avgreiddar um vikuskiftið, og spenningurin er øðiligur millum vágafólk

- Ímóti Mjølni hevur blokkurin ofta verið avgerandi, og tí kann tað verða avgerandi at spæla skjótt, so teir ikki fáa tíð til at hava dupultan blokk, sigur Jóan Petur á Stongum, ið gleðir seg steypafinaluna leygardagin.


Hava spælt áður

Mjølnir og SÍ hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir higartil í vetur, og hava teir vunnið hvør sín dyst. Fyrst vann SÍ 3-1, og fyri stuttum var tað Mjølnir sum vann 3-2, og tískil er ilt at taka dagar millum hesi bæði liðini, og vónleyst at nevna nakran favoritt til finaluna.

Seinast, tá hesi bæði liðini møttust í finaluni, var í 2005, og tá vunnu sørvingar 3-0, og

sambært Jóan Peturi á Stongum, ið er ein av profilunum á SÍ liðnum, og sum eisini leikti við í tí finaluni, hevði SÍ tá eitt sera gott lið.

Vit høvdu eitt sera sterkt lið í 2005, men nú meti eg, at liðini eru sera jøvn í styrki, og eg vænta ein rættuliga tættan 5-settara.


Mátin at vinna

- Tá ið vit spæla ímóti Mjølni, hevur blokkurin ofta verið avgerandi, og tí kann tað verða avgerandi at spæla skjótt, so teir ikki fáa tíð til at hava dupultan blokk í verjuspælinum, sigur ein hugsunarsamur Jóan Petur, ið sjálvandi er sera spentur til finaluna. Jóan Petur metir eisini, at tað er sera umráðaðandi at fáa lagt press á servurnar, og at fáa vart fyri serliga Vladi Vassiliev (Vanliga nevndur »Lado« blaðm.), og Gunnari Jørgensen, ið er ein ungur og evnaríkur leikari hjá Mjølni.

- Fáa vit lagt pressið við servunum og blokka teirra vandamestu leikarar, so sær væl út hjá okkum, sigur Jóan Petur, ið fer at hava ein heilt serligan finaludag.


Spælari og venjari

Jóan Petur á Stongum hjá SÍ, er ikki bert ein ágrýtin og sera góður flogbóltsleikari, hann er eisini ein evnaríkur venjari hjá kvinnuliðnum, ið skal spæla finalu, beint áðrenn Jóan Petur sjálvur skal í eldin, og má tað sigast at vera ein møtimikil uppgáva, men sjálvur sigur hann seg vera heilt greiðan og avslappaðan við støðuna. - Mær dámar tað so væl, at tað nervar ikki nakað serligt.

Hallarvørðurin í Sørvági segði skemtandi við Jóan Petur, at hann átti at bygt honum ein skúr tætt við, so nógva tíð sum hann brúkar í høllini.


Flogbóltsbygd burturav

Flogbólturin má sigast at vera í hásæti í Sørvági í løtuni, tí leygardagurin verður ein stórur dagur hjá sørvingum, tá bæði mans- og kvinnuliðið hava vunnið sær pláss í steypafinaluni. Hjá monnunum verður talan um teirra fimtu finalu, meðan tað hinvegin er fyrsta finalan, ið kvinnur felagsins taka lut í. Av teimum fimm undanfarnu finalunum hjá monnunum, hava teir vunnið tvær ferðir. Og eina av hesum var móti sama mótstøðuliði sum um vikuskifti, nevniliga Mjølni. Hetta var afturi í 2005, og tá vunnu sørvingar 3-0.

Bygdin er, sum vera man, á gosi yvir góðu gongdina hjá bygdabørnum teirra, og dagurin fer ikki stillisliga aftur við borðinum. Skipað er fyri rimmar upphiting leygarmorgunin og tá liðini eru komin vestur í Vágar aftur, er skipað fyri ókeypis ábiti og so er skipað fyri dansi eisini. Hesin SÍ-dagurin verður ikki gloymdur við bræði.


Í boks:


2000 Fleyr-Mjølnir 1-2

2001 ÍF-Mjølnir 3-0

2002 SÍ-ÍF 3-0

2003 SÍ-ÍF 2-3

2004 SÍ-ÍF 0-3

2005 SÍ-Mjølnir 3-0

2006 Fleyr-Mjølnir 0-3

2007 Mjølnir-ÍF 3-0