Sambandsflokkurin hevði í dag tíðindafund í samband við løgtingsvalið 01. september, har flokkurin legði fram valskrá og valevnislistan.
Á fundinum varð serliga dentur lagdur á ríkisfelagsskapin, vælferðina og búskapin, og tað var eisini tað, ið løgmaður svaraði, tá hann varð spurdur um hvørji trý tey týdningarmiklastu evnini eru hjá flokkinum til komandi val.
- Tað er búskapurin, ríkisfelagsskapurin og vælferðin. Hesi eru tað sama sum tryggleiki. Vit meta at alt hongur saman.
Til fólkatingsvalið gekk flokkurin aftur í høvuðsstaðnum. Tá fekk millum annað løgmaður ákoyringar fyri, at listin í Havnini ikki var nóg sterkur. Fleiri fólk eru á listanum nú, men løgmaður ynskir ikki at samanlíkna valini.
- Ein má ansa sær at samanlíkna fólkatingsvalið við løgtingsvalið. Til
fólkatingsvalið høvdu vit ein høvuðsvalevni. Nú eru vit tretivu valevnir, ið skulu lyfta politikkin saman. So man má ansa sær at samanlíkna valini, tí tey eru ikki tað sama.
- Ongin ivi er um tað, at hetta er ein spennandi blanding av valevnum. Eg haldi ikki, at vit hava havt ein so fjølbroyttan lista fyrr. Talan er um størsta listan í Havnini síðani fyrst í nítiárunum, og er hetta úrslitið av einum stórum arbeiði, ið vit hava gjørt fyri at fáa nógv fólk á listan.