Ein spegilsmynd av veika sinninum

Sálarlig órógv sigst koma av, at tú manglar tað psykopatiska genið, sum ger, at fólk annars kunnu lukka av og yppa øksl. Øll royna vit at finna eina javnvág fyri at yvirliva, men eg eri ikki so vís í, at eg vildi havt meir av hasum psykopatiska geninum, sigur Unn í Dali, ið er ein av luttakarnum á listaframsýningini Rúmd, sum Psykiatriski depilin skipar fyri í Miðla­húsinum í morgin

Hesin skulptururin hjálpir mær at eygleiða meg sjálva og mína støðu útifrá. Beint nú er hetta júst tann rætta avbjóðingin, eg havi brúk fyri til at koma víðari, sigur Unn í Dali og hyggur at skulpturinum, hon hevur arbeitt við seinastu 10 dagarnar. Saman við 15 øðrum umframt vegleiðarum hevur Unn verið við í verkætlanini Rúmd, sum Psykiatriski depilin skipar fyri, og er hon í løtuni við at leggja seinastu hond á verkið.
Nóg mikið tosað
Skulptururin hjá Unn er ikki heilt liðugur enn, men tekstbrotini óttans tala, aftan fyri innan og vónin geva eina ábending um, hvørjum sinnisligum rúmi vit eru í. Ein av ímyndunum er ein maður úr leiri, sum er í ferð við at draga seg sjálvan upp úr eini grótrúgvu, upp móti ljósinum.
Maðurin er ein roynd at ítøkiliggera kensluna av at hava verið heilt niðri og venda og nú vera á veg uppaftur. Ein roynd at vísa, hvussu tað sær út, har hann hevur verið, og hvussu tað kennist hjá honum at berja seg upp aftur, sigur Unn, sum ikki dylur yvir, at skulptururin er ein roynd at skilja sína egnu støðu.
Tað er sjálvandi ymiskt, hvat luttakararnir í verkætlanini brúka ein slíkan møguleika til. Tað veldst nokk um, hvussu langt tú ert komin í viðgerðini og sjálvandi hvørja sálarliga órógv, tú stríðist við. Fyri mítt viðkomandi hevði eg kensluna av, at nú var nóg mikið tosað, og at tíðin var komin at taka ímóti øðrum avbjóðingum, sigur Unn, men leggur áherðslu á, at hetta ikki skal skiljast sum ein undirmeting av tørvinum á at tosa við ein serkønan um tað, sum nívir. Sjálv metir hon hesar samrøður vera alneyðugar í byrjanini av eini sálarligari viðgerð, har brúk er fyri føstum karmum og ein sjálvur ikki hevur orku at stýra gongdini.
- Sjálv var eg komin har til, at eg hevði brúk fyri einum øðrum slagi av mótspæli og at sleppa at brúka mitt egna hugflog. Tí var hendan avbjóðingin serliga kærkomin fyri meg, sigur Unn.
Provokerandi vegleiðing
Arbeiðið við verkætlanini hevur verið skipað soleiðis, at luttakarnir sjálvir eru komnir við hugskotum, meðan yrkislistafólk innan ymsar listagreinar hava lagt teimum lag á. Tað er myndlistamaðurin Ole Wich, sum hevur hjálpt Unn við skulpturinum, sum sostatt er úrslitið av einum sera stuttligum og kveikandi samspæli millum seg og listamannin, sum Unn tekur til.
Ole er fyri tað fyrsta ein ótrúliga dugnaligur listamaður. Og so er hann passaliga provokerandi til at fáa teg at tora at hugsa eitt sindur øðrvísi fyri at fáa okkurt heilt nýtt fram. Vit hava serliga arbeitt við hugtakinum rúmd í hesi verkætlanini, og eg havi veruliga lært nógv av Ole um, hvussu tú kanst fáa ein heilt ávísa rúmliga kenslu við at flyta runt við lutunum. Í løtum hevur tað næstan kenst sjokerandi, um Ole hevur flutt ein lut, sum eg annars var púra sannførd um, skuldi standa beint har, flennir Unn, sum eisni er ovfarin av, hvussu væl vegleiðararnir duga at síggja, hvat tað er, luttakararnir vilja hava fram í sínum verkum.
Vantandi psykopatiska genið
Umframt at vera ein góð hjálp í lekingartilgongdini heldur Unn Rúmd vera eitt fínt høvi hjá brúkarnum á psykiatriska deplinum at gera vart við seg í listarligum høpi. Unn er nevniliga rættiliga sannførd um, at tað finnast lutfallsliga fleiri listarliga gávaði fólk millum tey, sum í tíðarskeiðum kenna sær sálarliga órógv.
Eg trúgvi veruliga, at tað húðloysi, sum kann gera fólk sálarliga sjúk, samstundis er ein kveikjandi listarligur gróðrarbotnur. Stutt sagt, tí tú tá upplivir heimin uttan filtur og harvið nógv sterkari, enn onnur. Onkur hevur sagt, at sálarlig órógv kemst av, at tú manglar tað psykopatiska genið, sum ger, at fólk annars kunnu lukka av og yppa øksl. Eg kann til dømis standa niðri í Sandagerði og gráta um alla dálkingina, meðan onnur bara ganga fram við uttan at látast um vón. Sjálvandi snýr tað seg um at finna eina javnvág fyri at yvirliva, men eg eri ikki so vís í, at eg vildi havt meir av hasum psykopatiska geninum, sigur Unn og minnir samstundis á, at sálarligir veikleikar liggja fjaldir í okkum øllum. Eru vit undir nóg stórum trýsti nóg leingi, er tað bara ein spurningur um tíð, til vit bukka undir. Tí kann framsýningini eisini síggjast sum ein spegilsmynd av tí veika í sinninum hjá okkum øllum. Av somu orsøk heldur Unn tað vera burturvið at fella endaligar dómar yvir fólk við at nevna tey sálarsjúk.
Sálarsjúka er ikki nakað tú er ert, líka so lítið sum at tú ert eitt ov høgt blóðtrýst, ella hvat tað skal vera. Sálarligir veikleikar er nakað, tú stríðist við í longri ella styttri tíðarskeið, og sum tú kanst fáa hjálp fyri og kanska verður sterkari av í síðsta enda, sigur Unn. Hon vónar, at framsýningin Rúmd kann verða við til at skapa størri rúm fyri hesum menniskjum sum heild á jøvnum føti við onnur.
Nógvir av fordómunum kring sálarligar veikleikar stava fra vantandi vitan og ofta við tí úrsliti, at vit bara lata sum um, hesi menniskju ikki eru til. Tað er ikki bara niðrandi men eisini ótrúliga spell, tí harvið missa vit eitt virðismikið fjølbroytni, sum ger lívið so ríkt og spennandi, sigur Unn í Dali.