Ein sorgarleikur

Oddagrein


Tað hevur nú í fleiri ár veriðalkunnugt fyri heimssamfelagnum, at ein ræðuligur sorgarleikur fer fram í landspartinum Darfur í Sudan. Skerpingur og borgarakríggj eru meginorsøkirnar. Fólkið í Darfur er mest kristið fólk av negroidum uppruna. Hinvegin eru sudanska stjórnin og meirilutin av sudanska fólkinum muslimar av arabiskum uppruna. Fólkasløgini í Sudan er førd saman av søguligum tilvildum og mentanarliga hava tey lítið og einki til felags, og muslimski parturin hevur leingi forfylgt teimum kristnu í Darfur.

Tað sum gongur fyri seg í Darfur er ein sorgarleikur. Borgarakríggið hevur fleiri ferð verið mestsum at bera saman við etniska reinskan og hendingar hava verið, ið minna á tað, sum fyri tíggju árum síðan hendi í Ruanda. Her hevur verið talan um beinleiðs tjóðarmorð ella genocide, sum hetta ræðuliga fyribrigdið verður nevnt. Tað, sum hevur eyðkent sorgarleikin í Darfur er, at altjóða samfelagið ikki hevur lyft hond frá síðu til tess at steðga ræðuleikunum í Darfur. ST, ES og akrikanski felagskapurin hava einki gjørt, men sótu í áravís hendur í favn.

Noreg er einasta vestanland, sum hevur roynt at skapa altjóða politiska uppbakking fyri eini ST atgerð í økinum. Fyrr í vár eydnaðist so langt um leingi at fáa Kofi Annan at vitja Darfur, har hann var í fylgi við einum norskum varauttanríkisráðharra. Síðan hevur ST arbeitt viðmálinum við tí fyri eyga at skapa frið og trygd í økinum. Úrslitið gjørdist ikki óvæntað. Í gjár kunngjørdi ST, at sudanska stjórnin skal fáa enn ein møguleika til sjálv at loysa trupulleikarnar í Darfur. Hetta merkir bert eitt, nevniliga at ræðuleikarnir fara at halda fram. Sum ikki einaferð bakka ST og vesturheimuirn fyri arabiskum og muslimskum trýsti

Tað er løgið, at vesturheimurin áhaldandi vísir trupulleikunum í Afrika so stóra líkasælu. Hvør orsøkin til hesa líkasælu enn kann vera, so er henda líkasæla etiskt og politisk tyngjandi fyri vesturheimin. Hvør orsøkin so enn er, so kann hetta ikki halda fram. Tað fer at fella aftur á komandi ættarlið og her má tí vend koma í.