Svimjing
Annan hvítusunnudag var móttøka við svimjihøllina í Klaksvík, í sambandi við, at Krista Mørkøre hevur vunnið seks gullmerkjum frá stórai svimjikapping í Týsklandi, German Open
Eftir at pápin, Torkil Mørkøre, hevði takkað fyri móttøkuna og takkað fyri, at Krista var komin seg so væl, eins og at hon var ein góður vegvísari, helt varaborgarstjórin Jógvan Skorheim, røðu vegna Klaksvíakar Býráð.
Hann var sjónliga rørdur. Rørdur av bragdinum, og serliga av sendingini um Kristu í Kringvarpinum fáar tímar frammanundan, sum hugtakandi hevði greitt frá stuttu og torføru søguni um Kristu.
Fyri bert tveimum árum síðani var torført at siga, hvørja leið lagnan vildi bera hana eftir álvarsaman skurð í høvdinum. Læknarnir høvdu vissu um fleiri ting, hon ikki fór at kunna.
Men flestu hesi útlit og útsagnir hevur hevur hon gjørt til skammar. Og nú í dag stendur hon við heili seks gullmerkjum frá stórari svimjikapping úti í heimi - German Open.
Hon kundi havt fingið átta, tí tíðirnar vóru til tað. Men vegna smáar feilir í tøkunum, vórðu tvey heiðursmerki strikað.
- Jú, Klaksvík stendur undrandi og hyggur at hesi lítlu, fitt og røsku gentu
– Kristu, sum vísir okkum ællum á leið, greiðir Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu frá.
– Hevur tú vilja og mót, so ber alt til!