Ein sonn hending

Hanna Kristiansen

Ein dagin eg gekk ein túr, kom eg fram á eitt tjaldur við unga, bæði innviklað í ein og sama bummulstráð um beinini og kundu tí ikki flúgva. Fyrst tók eg tjaldrið og síðan ungan og fekk bummulstráðin av beinunum uttan at tey høvdu fingið skaða av tránum.
Fyrst slepti eg tjaldrinum og síðan tjaldursunganum, tað var sum um tjaldrið segði takk, tí tað fleyg fleiri ferðir runt tætt uppi yvir mær og síðan fleyg niður til sín unga, sum ikki var flúgvi førur.
Eg eygleiddi tey eina løtu, síðan havi eg ofta tonkt upp á hesa hending, sum eg haldi er verd at onnur gerast kunnug um.