Tað er enn ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna, men tað er vist, at viðkomandi er smittaður í Føroyum.
1125 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 286.527 kanningar.
744 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 699 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 44 persónar smittaðir við koronu, og 210 fólk eru í sóttarhaldi.