Ein smakkur úr Norðurhøvum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini sjónvarpsrøð um grønlendskan mat. Nú kemur næsta verkætlanin á borðið - hesaferð við Føroyum og Íslandi á matlepanum.

Tað er samstarvsfelagsskapurin í Norðurhøvum, NORA sum hevur latið stuðul til hesa røðina. Endamálið er at lýsa sunnan, burðardyggan og vælsmakkandi mat.

Tíðin er væl hóskandi, tí norðurlendskur matur fær alt betri og betri umdømi og áhuga kring allan heimin.

Enn er kortini ikki greitt, hvørjir rættir ið verða lýstir, men ætlanin er, sum rímiligt er, at vísa fram lokalar rættir við lokalum rávørum.

Føroyar, Grønland og Ísland eru longu við, og vit arbeiða eisini við at fáa Noregi við í verkætlanina.

Einki verður sagt um, nær tær fyrstu sendingarnar verða sýndar, tí alt er enn í planleggingarfasuni.