Ein smæðin hetja aftaná bragdið hjá U21 landsliðnum

Føroyska U21-landsliðið hevur framt enn eitt bragd. Í dag megnaði føroyska U21-landsliðið at fáa javnleik 2-2 ímóti Rumenia. Talan er um fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar fær stig ímóti Rumenia í U21 ella A-landsdysti í einari undankapping.

 

Stóra hetjan hjá Føroyum gjørdist Poul Ingason hjá TB, sum í teimum doyggjandi sekundunum javnaði hegnisliga til 2-2. Men stóra hetjan var ógvuliga smæðin og róligur, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tey fýra málini frá dystinum á Svangaskarði, umframt skotið á yvirleggjaran, sum Árni Frederiksberg hevði, tá støðan var 1-1. Í ljóðbrotinum hoyrast eisini prátini, sum Tróndur Arge gjørdi aftaná dystin.

 

Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og André Olsen var viðmerkjari.