Tað er stutt – ógvuliga stutt – millum útlendsku skipavitjanirnar í Føroyum, og tað ber møguleikar fyri inntøkum við sær til føroysk feløg. Ein av inntøkukeldunum er loðs- og sleipibátarnir, sum eitt nú MEST og Faroe Agency eiga.
Fyri stuttum fekk MEST ein bát aftrat, og í hesi vikuni fer Faroe Agency at fáa ein bát aftrat. Báturin er rættiliga átøkur tí, ið felagið fekk fyri nett tveimum árum síðani, og sum eitur Maria. Eisini hesin báturin er smíðaður í Turkalandi. Hann kom til Runavíkar við farmaskipi sunnunáttina, og seinni í vikuni verður skipað fyri móttøku fyri honum.
Umframt í Nólsoyarfirði og høvuðsstaðnum og á Skálafjørðinum eru hesir bátarnir nógv at síggja í Fuglafirði og Klaksvík.











