Hetta verður ein av teimum slakaru vikunum á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará. Mánadagin landaðu tvey skip, og væntandi landa tvey skip aftrat hesa vikuna. Mánadagin vóru partrolararnir Jaspis og Ametyst inni við umleið 240.000 pundum av upsa.
Gongst sum ætlað, koma partrolararnir Rókur og Lerkur inn at landa í morgin ella friggjadagin.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at Rókur og Lerkur vóru reiðiliga hálvfullir fyrr í hesi vikuni, og tí er væntandi, at hetta kortini verður ein hampiligur túrur hjá skipunum, tá tey koma inn at landa.
Túrarnir hjá partrolarunum eru heldur longri enn vanligt í løtuni, og nøgdirnar eru heldur minni. Tað merkir, at upsaveiðan ikki roynist nakað serligt í mun til, hvat hon hevur gjørt.
Í so máta líkist heystið í ár heystinum í fjør, tá tað eisini tók sína tíð, til góða veiðan tók seg uppaftur.