Ein sløk tíð hjá nótabátunum

Teir, sum eiga nótabátarnar, vita eftir øllum at døma ikki nógv at taka sær fyri tað, ið eftir er av hesum árinum, tí flestu kvotur eru uppi.
<DPTAB>    - Vónandi sleppa vit aftur í ár at fiska av avlopskvotu undir Føroyum, tá ið árið fer at halla, siga reiðaríini.

Fiskivinna

Síðan føroysku nótaskipini góvust við svartkjaftafiskiskapinum, tí kvotan var uppi, hevur lítið virksemi verið á Havsbrún í Fuglafirði.
Seinasti lastin, sum virkið keypti, var lastin hjá danska bátinum, Gitte Henning, sum síðsta vikuskiftið hevði 1000 tons av svartkjafti.
Nú nótaskipini eru givin at fiska, kann ikki roknast við teimum stóru landingunum til Havsbrún fyribils.
Eftir at skipini góvust við svartkjaftafiskiskapinum, fóru tey í norskan sjógv at royna, men har eru tey flestu longu givin, tí eingin kvota er eftir.


Umvælingar
og avlopskvota

Síðsta fríggjakvøld var Krúnborg á Fuglafirði við nótini, áðrenn skipið fór á beding.
Tróndur í Gøtu fer niður til Fredrikshavn, har hann skal í dokk. Teir fara til Danmarkar nú, tí kvotan er uppi. Annars høvdu teir fiskað. Finnur Fríði og Saksaberg liggja eisini. Sum skilst, hevur Saksaberg eina lítla kvotu eftir.
Seinastu føroysku landingarnar, vit hava frætt um úr Noregi, eru Christian í Grótinum, sum týsmorgunin hevði boðað frá, at teir høvdu 300 tons og Norðborg, sum hevði 240 tons. Báðir bátarnir høvdu makrel til matna.
Hugsandi er, at hetta eisini eru seinastu túrarnir hjá Christiani í Grótinum og Norðborg í hesum umfari, men tað hava vit ikki fingið váttað.
Sum skilst, vita reiðaríini hjá nótabátunum sær einki fyribils, men tey vóna, at skipini aftur í ár sleppa at fiska av avlopskvotu undir Føroyum, tá ið árið fer at halla.
Seinastu tvey árini eru tey nevniliga sloppin at fiska av makrelkvotuni, sum Rusland, Ísland og Grønland ikki fiska upp undir Føroyum.
Men tað er eingin sum veit, um skipini aftur í ár sleppa at fiska tey tonsini, ið eftir verða.


Sildin ov smá

Jákup Oluf Joensen á Havsbrún sigur, at tá ið hann frætti úr Vestmannaoyggjunum mánamorgunin, skiltist, at onkrir íslendskir bátar enn eru á svartkjaftaveiði, men annars bíða teir eftir at sleppa á sildaveiði.
- Sildin, teir bíða eftir har yviri, er ikki norðhavssild, men sild, sum kemur inn í
Faksaflógvan. Hendan sildin er enn so smá, at skipini sleppa ikki at fiska hana, visti Jákup Oluf at siga.
Sum skilst, verður lodnufiskiskapurin í Íslandi ikki tikin uppaftur fyrr enn í januar.