Ein skjót avgerð er ikki altíð tað besta

- Eg skilji væl, at Vágs Býráð leingist eftir einum svari. Eg skilji eisini væl, at tey halda, at fimm ár er long tíð at bíða eftir eini avgerð.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjamálum.
Hinvegin vísir hann á, at sjálvur hevur hann ikki umsitið málsøkið í meiri enn sløk tvey ár so hann heldur ikki, at hann kann ábyrgdast fyri, at tað hevur gingið so seint at avgreiða málið.

Skjótt er ikki altíð gott
Hann leggur dent á, at orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð, er als ikki, at onki er hent í málinum.
- Og tað er heldur ikki altíð, at ein skjót avgerð er tað, sum gagnar málinum best, leggur hann afturat.
Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið og Vágs Býráð eru alla tíðina í samskifti um málið.
Trupuleikin er sjálvandi tann, at Vágs Kommuna er illa tyngd av skuld frammanundan. Og í sambandi við at nýtt ellis og røktarheim verður bygt í Vági, fekk kommunan fyri kortum fekk serloyvi frá fíggjarmálaráðið at fara upp um eina álíkning ið skuld, sum annars er tað mesta, ið lógin loyvir.
Hann leggur afturat, at hann heldur ikki at tað er heilt rætt, at Vágs Býráð hevur bíðað í samfull fimm ár, tí fyri einum ári síðani høvdu tey ikki fingið tilsøgn frá bankanum um fígging.
- Tað er í hvussu so er ein fortreyt fyri at barnagarðurin kann byggjast, men tað er ikki bara tað, sum er trupulleikin, tí skuldin er stór frammanundan.
- Síðani hava vit verið í støðugum samskift við kommununa og tað eru vit framhaldandi.

Tórfør støða
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at orsøkin til, at málið dregur út, er, at skuldin hjá kommununi er stór og at støðan av tí sama er tórfør.
- Uppgávan hjá landsstýrinum er, at kommunurnar skulu ikki leiðast í óføri og tí hava vit ikki tikið avgerð um hesa umsóknina enn.
Annars skilir hann væl, at vágbingar vilja hava barnagarð, tí tað er ein av teimum heilt fáu kommunum, ið ongan dagstovn hevur til børn og tað hoyrir ikki nútíðini til, tí trivnaðurin hevur stóran týdning.
- Tað er eisini greitt, at í longdini hevði tað verið bíligari í rakstri, at tey kundu bygt ein dagstovn.
Jóannes Eidesgaard sigur, at ofta er eitt skjótt svar eitt noktandi svar.
- Men eg vænti eisini, at vit fara at finna eina loysn, sum í longdini er skilagóð, tó at loysnin ikki verður funnin beint nú.
Hann leggur afturat, at Vágs Kommuna hevur ført ein fyrimyndarligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har skuld er goldin niður.
- Eg havi stóran samhuga fyri teirra ynskjum og tí vænti eg eisini, at vit, sum frálíður, finna eina loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.

Heldur góða tænastu enn lítla skuld
Trupulleikin hjá Vágs Býráði er, at lániskuldin hjá kommununi er við raka loftið upp á eina álíkning, sum er tað mesta, ein kommuna hevur loyvi at skuldarbinda seg.
Ein álíkning hjá Vágs Kommunu er slakar 34 milliónir, men lániskuldin er góðar 36 milliónir.
Samstundis skal kommunan nú taka lán upp á 22 milliónir í samband við ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági og harafturat roynir hon so at fáa loyvi til at taka lánið til barnagarðin, sum heilt runt roknað verður einar 10 milliónir netto.
Tað merkir ikki, at lániskuldin hjá Vágs Kommunu kemur upp á 66 milliónir, tá ið avtornar, tí kommunan betalir rentur og avdráttir hvørt ár.
Men sleppur Býráðið at taka lán til barnagarðin, kann kommunan spara ein part av lánsgjaldinum aftur, tí útreiðslurnar til barnaansingina fer at minka reiðiliga fitt.
Hvussu stór sparingin verður er ikki heilt greitt, men í øllum førum er talan um nakrar hundrað túsund krónur.
Fyri borgarstjóran hevur tað størri týdning at veita borgarunum eina góða tænastu, heldur enn at hongja seg so nógv í skuldina, so leingi hon sjálvandi ikki er óforsvarliga høg.
Les eisini greinina: Hava bíðað eftir svarið í fimm ár