Ein skipari á Polo

Tað kemur heilt víst illa við hjá Poul Michelsen og Fram­sókn, at hin ting­maðurin hjá flokinum, Janus Rein, hevur tik­ið seg úr flokkinum.

Janus tvíheldur um, at hann og Poul Michelsen ikki eru ó­samd­ir um nak­að pol­it­iskt mál, men at so­leið­is sum teir báðir eru skrúv­að­ir sam­an, so kunnu teir ikki sam­starva. Við øðrum oðr­um, so eru báðir helst ov ráða­rík­ir.
Poul Michelsen er vanur at ráð­a, har sum hann er. Og tá Janus Rein bæði er skip­ari í luftini og á sjónum, so er hann helst eisini vanur at ráða.
Men hvorom alting er, so kem­ur hetta brotið sera illa við hjá flokk­i­num nú beint upp undir bý­ráðs­valið í Havn. Tað tyk­ist sum eitt til­vit­að val hjá Jan­usi, at hann fer úr flokk­i­num beint upp und­ir bý­ráðs­v­al­ið.
Rokn­að hevur annars ver­ið við, at flokk­ur­in sum tann ein­asti av teim­­um smáu, fór at vinna inn um høgu gátt­ina upp á 7,7 pro­sent.