Ein skilaleys brotsgerð

Myndugleikarnir í Sri Lanka og ST ivast ikki í, at tað vóru teir tamilsku tikararnir, sum sprongdu ein buss í luftina fyrradagin. 64 fólk, teirra millum 15 skúlabørn, doyðu.

-Tey, sum kenna mannagongdina hjá teimum tamilsku tikarunum, eru ikki í iva um, at tað vóru teir, sum skipaðu fyri hesum ræðuliga hópmorðinum - hesari skilaleysu brotsgerðini, sigur srilankiski uttanríkisráðharrin, Mangala Samaraweera, við norska blaðið Dagsavisen.

Álopið á tann fullsetta bussin nærhendis býnum Kebitigollewa er tann ringasta atgerðin, síðani stjórnin og teir tamilsku tikararnir samdust um vápnahvíld í 2002. Teir norðurlendsku eygleiðararnir, sum skulu halda eyga við vápnahvíldini, vóru skjótir á staðið, og teir eru heldur ikki í iva um, hvør hevði lagt tær báðar minurnar á vegin. Jouni Suninen úr Finnlandi stendur á odda fyri eygleiðarunum, og hann sigur við finsku tíðindastovuna FNB, at tað er neyvan nakar ivi um, at tað vóru teir tamilsku tikararnir.


Stálkúlur

-Talan var um tvær sterkar minur. Tær vóru fyltar við stálkúlum og vórðu sprongdar, júst tá bussurin fór framvið, sigur Jouni Suninen við FNB.

Teir tamilsku tikararnir hava avsannað, at teir høvdu nakað við tilburðin at gera, men eygleiðarar vísa á, at tikararnir átaka sær ongantíð ábyrgdina av slíkum atsóknum. Uttanríkisráðharrin er ikki í iva.

-Tað er bara LTTU (tamilski uppreistrarherurin), sum hevur førleika og útgerð til at fremja eina slíka atsókn, sigur Mangala Samaraweera, sum heldur, at altjóða samfelagið eigur at draga uppreistrarleiðaran, Velupillai Prabhakaran, fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag.