Ein skilagóður og snildur samskiftari

Áki Leitisstein Hansen er settur í starv sum trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu.

 

Eiðis kommuna hevur sett 31 ára gamla Áka Leitisstein Hansen í starv sum trivnaðar- og ferðavinnumennara.

 

Tað vóru 17, sum søktu hetta starv, og nú verður tað so Áki, sum kemur beinleiðis úr Danmark og er fyri stuttum útbúgvin kandidatur í samskifti frá Aarhus Universitet.

 

Áki hevur áður starvast sum blaðmaður á Dimmalætting, eins og hann hevur roynt seg í øðrum vinnugreinum, áðrenn hann fór undir hægri lestur uttanlands.

 

- Tíðin er búgvin, og eg eri til reiðar at flyta heimaftur, sigur Áki Leitisstein Hansen, ið kennir seg væl ílatnan at verða nýggi trivnaðar- og ferðavinnumennarin í Eiðis kommunu.


Sjálvur heldur hann, at hann er ein snildur og skilagóður samskiftari, ið hevur neyðuga dugnaskapin at skipa fyri tiltøkum og at skapa trivna í kommununi og somuleiðis koma við hugskotum, ið kunnu verða ferðavinnuni í kommununi til frama.

 

- Hetta er eitt avbjóðandi og spennandi starv fyri ein nýklaktan kandidat, og eg gleði meg at koma í gongd, sigur Áki Leitisstein Hansen við heimasíðuna hjá Eiðis kommunu.

 

Myndina av Áka Leitisstein Hansen hevur Stefani Friedrich/ Stefanie Friedrichs Photography tikið.