Ein skelkandi hending

Tað sigur Eyðfinn Hansen, ið býr bert eitt hús frá drápsstaðnum á Marknalíð 3.

Tað sigur Eyðfinn Hansen, ið býr bert eitt hús frá drápsstaðnum á Marknalíð 3.

 

Hann varnaðist beinanvegin í gjárkvøldið, at okkurt heilt galið var á Marknalíð 3.

 

- Har komu fleiri politibilar og sjúkrabilar, og har vóru politihundar. Klokkan var ikki meiri enn 23.15, sigur Eyðfinn Hansen.

 

Tað var ikki fyrstu ferð, at ein politibilur var á Marknalíð 3, men Eyðfinn Hansen var beinanvegin greiður um, at hetta var meira álvarsamt enn vanligt.

 

- Eg hugsaði beinanvegin mítt, tí sjálvt um ein politibilur var sæddur uttan fyri húsini áður, so var hetta ein so álvarslig sjón, at eg hugsaði mítt, sigur Eyðun Hansen.

 

Bilar, politistar og hundar hildu á til klokkan var farin av tvey um náttina.

 

- Tað fær teg at hugsa, og eg fyri mín part havi ikki fingið blund í eyguni alla nátt, sigur Eyðfinn Hansen.

 

Hann sigur, at tað er ikki gerandis kostur hjá teimum ella okkum í Føroyum, at slíkt hendir.

 

- Her í gøtuni eru vit ógvuliga fólkafá, og kortini kundi tað henda her. Tað er nakað at hugsa um, sigur Eyðfinn Hansen.

 

Hetta vóru menn, ið hann sá so at siga dagliga, og tí er tað so ófatiligt.

 

- So seint sum í gjár sá eg tann nú deyða í bussinum og prátaði við hann. Tað er ikki til at skilja, sigur Eyðfinn Hansen, nærmasti granni til tann dripna mannin.