Ein skeiv orðing

Ein skeiv orðing í lógartekstinum ger, at grindalóggávan má berast aftur í tingið til nýggja viðgerð.

Løgmaður hevur, umvegis løgtingsformannin, kallað løgtingslimir á løgtingsfund mánadagin. Einasta mál á skránni er ein framløga um eina lógarbroyting í grindalóggávuni.

 

Løgmaður sigur, at talan er um eitt reint avgreiðslumál, tí talan einans er um at rætta eitt orð í lógartekstinum.

- Løgreglan hevur gjørt okkum varugar við, at eitt orð er komið skeivt fyri í lógartekstinum, sum hevur við heimildina at leggja hald á útgerð og annað, at gera. Hetta er tó eitt mál, sum má leggjast fyri tingið at broyta, og tí havi eg kallað inn til fund, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Vanliga er tað løgtingsformaður, ið kallar inn til fundar, men løgmaður hevur eisini heimild at biða løgtingsformannin kallað tingið saman, og hendan møguleika hevur løgmaður nýtt í hesum føri. Grindalóggávan liggur tó ikki undir løgmansskrivstovuni, men undir fiskimálaráðnum.

- Orsøkin til, at tað eri eg, sum havi kallað til fundar, er, at eg havi hesa heimild, í mun til landsstýrismenn.. Málið hevur verið viðgjørt á landsstýrisfundi og síðani kalli eg, sum løgmaður og leiðari landsstýrisins, inn til fundar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.