- Eg havi verið í føstum starvi í Kringvarpi Føroya síðan 1. oktober í 2001, men hevði fyri ta tíð verið freelance í eini trý til fýra ár.
Tað sigur Øssur Egholm, ið er ein kend rødd í Útvarpinum, sum í dag hevur seksti ár á baki.
- Eg havi fleiri uppgávur. Eri bæði knýttur at programdeildini og teknisku deild. Í løtuni er teknikkurin nokk hann, ið fer við mestari tíð. Men, eg geri eisini tónleikasendingar av ymiskum slag, umframt at eg umsiti útvarpsskránna.
Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?
- Útvarpið er sera nógv broytt hesi árini, og fyrst og fremst hevur samanleggingin av útvarpi og sjónvarpi verið kollveltandi. Eisini mátin, sum sendingar verða gjørdar, er broyttur. Tá eg byrjaði, var alt tikið upp á band. Í dag er øll tann tekniska skipanin digital, og mátin at arbeiða uppá er ein heilt annar.
Øssur Egholm ásannar, at hann hevur ongantíð verið fegin um samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi, og hann heldur, at hon var ein skandala fyri Útvarpið.
- So, hevði eg leiðsluábyrgd, hevði eg helst talað fyri at gjørt útvarp og sjónvarp til tveir sjálvstøðugar stovnar aftur. Um tað letur seg gera í dag, er ein onnur søga.
Kenda útvarpsrøddin sigur, at um hann hevði leiðsluábyrgd, hevði hann frá fyrsta degi broytt tónleikavalið í morgunsendingini, tí hann heldur, at morgunsendingin eigur at verða ein av teimum breiðu sendingunum.
- Men, av nýggjum, larmandi og ofta óintresantum tónleiki smalkar sendingin eftir mínum tykki niður einki. Ein blanding av nýggjum og eldri kendum tónleiki hevði avgjørt komið øllum til góðar. Hevði eg leiðsluábyrgd, hevði eg eisini miðað fram ímóti at fingið eina útvarpsrás aftrat, har smalar talu- og tónleikasendingar kundu verið sendar.
Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?
- Eg havi altíð verið tíðindanørdur, so eg royni altíð at fáa tíðindasendingarnar við. Hvat øðrum sendingum viðvíkur, er Plátubarrin ein favorittur umframt eitt nú spurnarkappingar. Eg haldi eisini, at tað er ein vøkur siðvenja at byrja dagin við morgunlestri, sigur Øssur Egholm.










