Fjølmiðlarnir hava ígjøgnum eina tíð bjóðað almenninginum til hendan fundin. Fólkið í salinum skuldi fáa høvið at seta spurningar til til teir politisku formennirnar.
Vit, sum eru uppvaksin her í Havn og sum plaga at vera til almennar politiskar fundir, vita, at tað eru ávísir persónar, sum plaga at taka orðið til innlegg og til spurningar.
Vit vita, at Hans Birgir Hansen (Biggi) er ein teirra, tað sum varð gjørt ímóti honum hetta kvøldið var niðurgerandi og hartil skammiligt.
Væl veit eg, at Biggi kann vera langdragin, men tað vóru fjølmiðlafólkini, sum hildu mikrofonini, so tey stýrdu øllum.
Hatta, sum varð gjørt, var happing av ringasta slag, ein skammilig hending fyri opnum sjónvarpskíggja ímóti einum borgara.