"Í morgin er aftur ein dagur" eitur tann nýggja hugkveikjandi skaldsøgan hjá Oddvør Johansen. Hon fer fram í Havnini stutt eftir aldaskiftið, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleiðis brúktar í søgugongdini. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trína fram á pallin. Høvuðstráðurin er kortini persónligur og snýr seg um kærleika og ósjálvsøkni; tað seinni fær sjáldan sína løn her á fold, men ávirkar kortini tey flestu, sum koma í samband við tað. Sorgarleikum er tað nóg mikið av í skaldsøguni, men hóast tað, so er lýsingin sum altíð hjá Oddvør løtt og livandi. Skaldsøgan er 244 síður til longdar og kostar 220 krónur.
Jens Pauli Heinesen hevur øll árini skrivað greinir og hugleiðingar - einamest um mentamál, men eisini um onnur viðurskifti við. Nú eru hesir áhugaverdu tekstir savnaðir í einum stórum bindi við heitinum "Tíðarkjarr". Ein helvt av "Tíðarkjarri" snýr seg um bókmentir og um tað at skriva. Jens Pauli Heinesen er tann føroyski rithøvundurin, sum hevur gjørt mest burtur úr leiklutinum hjá høvundinum í samfelagnum, og tað er minni enn so, at hann heldur at samfelagið dugir at brúka sínar høvundar. Allar greinirnar eru stak persónligar, at skilja soleiðis, at høvundurin um somu tíð sum hann skrivar um eitt ávíst evni, ger eina mynd av sær sjálvum. Í tann mun eru hugleiðingarnar hjá Jens Paula av sama berginum brotnar sum tey gitnu "Essais" hjá Michel de Montaigne. "Tíðarkjarr" er 423 blaðsíður og kostar 290 krónur.
Jógvan Isaksen hevur skrivað "Á verðin, verðin" um Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Bókin er ein gjøgnumgongd av Føroya gitnastu skaldsøgu. Lagt verður fyri við at fortelja, hvussu skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri. Síðani verður skaldsøgan viðgjørd í mun til persónslýsingar, temu, filosofisk rák v.m. Ímóti endanum verða eisini aðrar skaldsøgur drignar uppí, skaldsøgur, sum Jørgen-Frantz fyri ein part segði seg skula vara seg ímóti. "Á verðin, verðin" er 156 síður og kostar 198 krónur.