Ein skóti er skóti allan dagin

15 ára gamla Mathilda Follend skal halda røðu undir midnáttarsamkomuni á Sundalagsstevnuni í Kollafirði.

- Eg helt fyrst at talan var um skemt, tá tey bóðu meg halda hesa røðuna, sigur hon. Men tað var tað altso ikki!

Mathilda Follend hevur úr at gera í hesum døgum.
Í fyrsta lagi gongur hon til munnliga roynd í 9. flokki á Eysturskúlanum í Havn.
Týsdagin var hon uppi í føroyskum og fekk eitt 11-tal, og í morgin skal hon aftur til munnliga roynd.
Tað er kortini neyvan hetta sum man fylla huga og tíð hennara mest: Tað man heldur vera tann røðan, sum hon skal halda á midnátt leygarkvøldið, tá midnáttarsamkoma er á skránni.
Í slíkum førum eru altíð nógv evni at røða um, men Mathilda var næstan beinanvegin greið yvir, hvat hennara evni skuldi vera: Um skótaarbeiðið og stovnara tess, Baden Powell.
- Eg vil gjarna vísa á, hvat skótaarbeiðið er. Og bara sláa fast, at skótalívið, tað er tað besta man kann uppliva, sigur Mathilda avgjørd.
Eftir at hava verið til roynd týsdagin settist hon seinnapartin henda dagin at skriva taluna lidna fyrst við hond, og seinni helst við telduni.
Leygarkvøldið kl. 23:30 skal so slagið standa, tá henda samkoman verður á skránni. Her verður felagssangur, bál verður tendrað og aftaná verður føroyskur dansur, - og røðan hjá Mathildu.
 
Í skótabúna
Tað munnu vera einir tveir mánaðir síðani at Mathilda varð uppringd av Miriam Dam, sum er við í stuðulsbólkinum hjá KFUM&K-skótunum í Kollafirði.
Tá Miriam ringdi hevði Mathilda ilt við at taka hana í álvara beinanvegin.
- Tað eru jú vanliga bara vaksin fólk, ið halda hesar røður. Og nú var tað altso ein ung genta!
- Men tað var álvari í tí. Og tá Miriam spurdi meg segði eg ja beinanvegin, sigur Mathilda.
Hví tey spurdu júst hana, veit Mathilda sum vera man ikki. Men helst er tað tí, at ein ynskti at varpa ljós á arbeiðið hjá skótunum.
- Hetta er eitt arbeiði, sum mær dámar sera væl. Og tí verði eg sjálvandi í skótabúna, tá røðan skal haldast, sigur Mathilda, sum hevur verið skóti í samfull níggju ár.
 
Nørdar og vanlig fólk
Mathilda er nærum fødd inn í skótarørsluna, og tí er hetta nakað sum hon veit nógv um.
Nakað av hesum ætlar hon at deila við tey, sum fara á hesa midnáttarsamkomuna leygarkvøldið.
Tá slíkar røður verða hildnar eru evnini ofta politikkur ella um náttúruna, men hesum evnum ætlar hon sær ikki at tosa nakað um.
- Eg ætli mær bara at vísa fólkinum á, hvat tað er at vera skóti, hvørji vit eru og hvat vit gera sum skótar.
- So vil eg eisini fegin heita á fólk um at koma við í skótarørsluna. Tí, satt at siga, so er tað sera gott at vera skóti, sigur Mathilda.
Hon vísir á, at øll kunnu vera við her, óansæð hvør tú er, - um tú ert ein vanligur persónur, nørdur ella hvat tað skal vera. Hjá skótunum verður ikki munur gjørdur á fólki.
Hinvegin kann Mathilda staðfesta, at talið á skótum í Kollafirði er í minking. Fyrr vóru tey eini 30 í tali, men í dag er talið nærum farið niður í helvt.
- Eg vóni, at fleiri fara at gerast skótar. Hetta er snøgt sagt tað besta man kann uppliva!
 
Vísa álit
Mathilda var sjálvandi bilsin av at vera biðin sum røðari á midnáttarsamkomuni.
Men hvat mundu vinfólk og floksfelagar hennara siga til tað?
- Jú, tey vóru eisini bilsin. Men tey søgdu øll, at hetta var í fínasta slag, og at eg fór at klára hetta sum einki!
- Eg havi í veruleikanum ikki hugsað um annað líka síðani, sigur ungi midnáttarrøðarin.
Tá vit hittu Mathildu týsdagin var talan komin undir land, men var ikki heilt liðug enn.
- Eg havi ikki tikið tíð, hvussu long hon verður. Men eg ætli mær ikki at troytta nakran, og tí rokni eg ikki við, at hon verður meiri enn einar fimm minuttir til longdar.
Stovnarin av skótarørsluni, Baden Powell segði einaferð: Vís teimum ungu álit, so liva tey upp til tað!.
Hetta álitið fer Mathilda Follend at liva upp til leygarkvøldið!