Ein skáli, ein lambi, ein múli, ein skúli

Staðanavnanevndin løgst á móðurmálsmergin!

Í yvirskriftini eru 4 óbundin, veikt bend kallkynsnavnorð. Gera vit tey bundin, síggja tey soleiðis út: skálin, lambin, múlin og skúlin.
Seta vit tey so í hvønnfall og hvørjumfall, síggja tey soleiðis út: skálan/skálanum, lamban/lambanum, múlan/múlanum og skúlan/skúlanum.
Trý tey fyrstu orðini eru eisini staðanøvn, men øll fýra hava somu bending. Staðanøvn eru (sum oftast) óbundin, og tí benda vit tey soleiðis: Skáli-Skála-Skála-Skála, Lambi-Lamba-Lamba-Lamba, Múli-Múla-Múla-Múla (skúli bendist á sama hátt: skúli-skúla-skúla-skúla).
STAÐANAVNANEVNDIN: Sum eg skilji tað, mælir henda nevnd til, at 6 bygdir skulu fáa navnabroyting!?! Onkur einstøk broyting er kanska í lagi, men at mæla til at siga og skriva: her er ein Skála, her er ein Lamba, tað er, sum tey siga, “langt úti”!
Útvarpsmaður spurdi lektaran í staðanavnanevndini, um ikki ein orsøk mundi vera til, at skrivað stendur á skeltunum: SKÁLI, NORÐSKÁLI, LAMBI, MÚLI. Svarið var NEI, men onkur hevði sett fram ynski um at broyta hvørfall (Skáli/Lambi) til hvønnfall ella hvørjumfall (Skála/Lamba)!?!
Mangt skalt tú hoyra, áðrenn av dettur oyrað! Skulu vit taka slíka nevnd í álvara?
SKÁLI VAR LÍTIL BYGD TÁ: Tá var SKÁLI lítil bygd. Nakað soleiðis segði ein eysturoyarkona nú ein dagin. Hatta er rættur, livandi málburður í 2010. Hvør var lítil? Skáli! Hvørfall, sum tað sjálvandi eisini stendur og skal standa á skeltinum, góða staðanavnanevnd!!
SKÁLA, NORÐSKÁLI, LAMBA, MÚLI og (skúli)!?: Málsligt lógloysi!? Skulu bygdanøvn broytast, sum best ber til, uttan málreglur/mállæru? Skal Skáli broytast til Skála, meðan Norðskáli ikki skal broytast til Norðskála?? Skal Lambi broytast til Lamba, meðan Múli ikki skal broytast til Múla??
Kunnu vit í Argja skúla so eisini broyta ARGJA SKÚLI til ARGJA SKÚLA, sum navn skúlans, um onkur kundi hugsað sær tað?
Á/AV SKÁLA, VIÐ/FRÁ NORÐSKÁLA, Í/ÚR LAMBA, Í/ÚR MÚLA: Soleiðis eiga vit at siga, men á skeltunum standa bygdirnar sjálvandi í hvørfalli. Hvør er bygdin? Múli, Lambi, Norðskáli og Skáli.
STRONDUM, TOFTUM, MIÐVÁGI, KOLLAFIRÐI, ARGJUM?!? Kunnu hasi bygdanøvnini standa á skeltunum, um bygdir nú kunnu skrivast í hvørjumfalli? Ella er talan kanska um hvønnfall: MIÐVÁG, KOLLAFJØRÐ?
ÆRGIR?: Kann eg sum einstaklingur og argjamaður fáa Argir broyttar til ÆRGIR, um eg kann vísa á, at tað helst er rættari at skriva Ærgir (við seinna Æ)?
E.S.: Sjálvandi fer eingin at broyta hasi skeltini í óðum verkum! Har man virðingin fyri móðurmálinum fara at sigra.

Við bjartari nýggjárskvøðu

Eyðun á Borg (eisini málsligari)
á Borg á Argjum barnadag millum jólanna 2010