Tað letur til, at ferðslan av Skála og í Sarpugerði heldur fram.
Tá ið tað var greitt, at Eyðun Klakstein ikki fór at halda fram sum venjari hjá Skála, var tað skjótt, at tíðindini bórust um, at Víkingur og Eyðun Klakstein høvdu skrivað undir sáttmála, sum bar við sær, at Eyðun Klakstein nú er venjari hjá Víkingi.
Fáar dagar seinni hoyrdist, at Jákup Johansen, ið sum oftast síðsta kappingarár var fremsti maður hjá Skála, nú fer at spæla við Víkingi.
Og í kvøld ber Víkingur eina søgu aftrat um ein Skála spælara, sum nú fer at umboða Víking.
Talan er um 21 ára gamla vongverjan í høgru, Ara Olsen, sum nú er víkingur. Víkingur og Ari Olsen hava skrivað undir tvey ára sáttmála.
Hóast hann er 21 ára gamal, so hevur Ari Olsen á Strondum longu verið partur av besta Skálaliðnum í seks ár. Haraftrat hevur hann 26 ferðir umboðað Føroyar á yngru landsliðunum.
Umframt at vera sera eyðsýndur og skjótur vongverji í høgru við góðum innleggum var Ari Olsen onkra ferðina farna kappingarárið framrættaður sentralur miðvallari.
Tað ljóðar, at Víkingur hevur ætlanir um at styrkja seg við uppaftur fleiri spælarum. Millum teir, sum hava verið nevndir, eru Rógvi Egilstoft Nielsen, og Lukasz Cieslewicz, og so hevur verið nevnt, at møguleiki er fyri, at Heðin Klakstein kann vera møguligur avloysari fyri Philip Djordjevic, sum er fluttur til ÍF.