- Hvat er hatta fyri eitt djór?, vil ein teirra hava at vita.
Teir tykjast sera áhugaðir í lítlu bókini á donskum máli, við tí forvitnisliga heitinum “Dyrenes Lexikon”.
Hetta er ein einfaldur spurningur hjá 12 ára gamla Óla at svara uppá, tí hetta er barnalærdómur fyri hann.
Svar hansara kemur beinanvegin:
- Hatta er ein sjóhestur. Og vita tit hvat ...?, greiðir hann víðari frá.
Hinir báðir lurta við andakt.
- Tað sjáldsama við sjóhestinum er, at tað ikki er honin sum ber eggini. Nei, tað er faktist hannurin sum ger tað. Hygg her, her ein mynd av tí.
Óli hevur fangað forvitnið hjá hinum báðum. Annar hevur hug at stinga nøsina heldur langt fram. Men tað fær hann altso beinanvegin at hoyra fyri. Og hann er skjótur at geva pláss, soleiðis at allir kunnu fáa tað sama við.
Lærarin letur bara teir tríggjar ordna viðurskiftini innanhýsis. Tað læra teir helst eisini okkurt av.
Stjóratíð
Hetta er ein vanligur mikudagur á Húsum. Lítið fólk er at síggja í bygdini henda heldur gráa morgunin
Onkur bilur er júst farin gjøgnum bygdina, í samband við fráferðina hjá Sam av Syðradali. Annars andar alt av friði í lítlu og hugnaligu bygdini her á Kalsoynni.
Eisini í Húsa skúla var friður fyri eini løtu síðani og ikki ein næmingur at síggja ella hoyra. Men tað kann jú ikki vara leingi aftrat ein slíkan morgun.
Klokkan er nakrar minuttir í 11, og nú byrja børnini so smátt farin at finna pláss síni við skúlaborðunum til dagsins fyrsta tíma.
Hetta kann tykjast sum eitt slag av stjóratíð, tá børnini fara so seint í skúla. Men hetta hevur sjálvandi sína frágreiðing.
Aftasti bonkur
Fyrr um morgunin var allur tann sjey næminga stóri skúlin farin um Kalsoyarfjørð til Klaksvíkar at vitja heilsusystrina.
Tá hetta var fingið frá hondini, var leiðin aftur løgd umborð á strandfaraskipið Sam sum førdi tey heimaftur.
Eftir eitt langt fríkorter, har børnini kundu støkka inn á gólvið heima við hús til ein drekkamunn, byrjaði skúladagurin við skriving.
Líkt er til, at hetta er nakað sum teimum dámar væl, tí her hoyrist ikki eitt kis. Øll sita líka hugagóð og skriva.
Í einum horni á aftasta beinki sita tveir dreingir lið um lið so hugagóðir og skriva. Teir lata ikki við seg koma um tað sum hendir við hitt borðið.
Teir hava størri áhuga fyri skrivingini, enn djóraheiminum.
Ógvuslig mynd
Tað er tó ein drongur sum ikki situr og skriva hesa løtuna. Tað er Óli.
Júst henda tíman hevði hann, í mun til hini, ikki so góðan hug at skriva føroyskt. Hann hevur nógv onnur áhugamál, sum í hesi løtu hava hansara stóra áhuga.
Óli situr tí heldur ikki og nemur sær størri kunnleika til føroyskt. Frammanfyri hann liggur bókin “Dyrenes Lexikon” við stuttum teksti og nógvum myndum av alheimsins djórum.
At henda bókin hevur hansara stóra áhuga, er eingin ivi um. Eitt var hansara vitan um sjóhestarnar, men teir báðir forvitnu skúlafelagar hansara hava ikki fingið svar uppá allar sínar spurningar.
Annar teirra hevur sæð eina aðra heldur ógvusliga mynd. Hann vil hava svar uppá, hvat tað er.
- Hatta? Hatta er ein slanga sum er í ferð við at eta eitt egern. 1-2-3, so er tað gjørt.
Jú, Óli, hann dugir at svara.
Eingin 3.
Skúlin á Húsum er sum so mangir aðrir bygdaskúlar kring landið:
Allir teir sjey næmingarnir eru í sama høli, hóast teir ganga í fimm ymiskum flokkum - 1., 2., 4., 5., og 6. flokki. Tað vil siga, at eingin næmingur er í 3. flokki hetta skúlaárið.
Ein máti fyri at fáa ein størri skúlan er, tá tey fara til Klaksvíkar av svimja mánamorgnar. Saman við teimum eru eisini næmingar úr Kunoy og Haraldssundi.