Í morgun vóru umboð fyri sjavsbólkin, sum heldur til í Posthúskjallaranum í Havn, á kurteisisvitjan hjá borgarstjóranum. Bara soleiðis fyri at takka fyri innivist og vælvild.
Eini 30 pør hava spælt sjavs í Posthúskjallaranum hvørt týskvøld í mong ár. Lítla luttøkugjaldið fer í høvuðsheitinum til ymisk vælgerandi endamál, serliga uppundir jól.
Sjavs er eitt stuttligt spæl, sum næstan spælir seg sjálvt, hevur onkur gamal sjavsari sagt. Men tað krevur eitt klárt høvd og í spenninginum fáa spælararnir eitt adrenalinspark, sum útilokar neiligar hugsanir, timburmenn og trega av alskyns slagi.
Ein sjavsur er altíð góður og sunnur. Minnið fer sjáldan at bila hjá einum sjavsara, sum tí er í minni vanda at gerast minnisveikur. Sjavs er eitt frítíðarítriv, sum kring alt landið verður brúkt til at stuðla ymsum átøkum, t.d. hjá ítróttarfeløgum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Sum sagt hittast tey, yngri sum eldri, hvørt týskvøld í Posthúskjallaranum, sum kommunan seinastu mongu árini hevur latið ókeypis til endamálið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði fyri vitjanina og fyri góðar og stuttligar frásagnir, og takkaði umboðunum fyri, at so mong sjálvboðin gera eitt so stórt arbeiði, sum beinleiðis sæst aftur í trivnaðinum í býnum








