Ein sjáldsom listakvinna

Leygardagin læt upp stór framsýning í Listaskálanum við málningum og tekningum eftir Fridu Zachariassen. Samstundis kom út bók, sum Malan Marnersdóttir hevur skrivað um listakvinnuna

Nógvir føroyingar hava ongantíð hoyrt um listakvinnuna Fridu Zachariassen, sum búði í Klaksvík. Flestu klaksvíkingar hava tó í hvussu er sæð verk hennara, tá ið teir hava havt ørindi eitt nú í sparikassanum ella í sjúkrakassanum.
Nú er so ein framsýning við einum úrvali av málningum og tekning hennara at síggja í Listaskálanum.
Frida Zachariassen kann sum listakvinna ikki sammetast við nakað annað listafólk í Føroyum. Hon byrjaði at mála naturalistiskt, men fann seinni sín egna stíl.
Tað var eitt stórt arbeiði hjá Listaskálanum at finna fram til, hvar myndirnar hjá Fridu vóru, men við góðari hjálp frá Norðoya Listafelag, skyldfólkum hennara og øðrum fólkum, við vitan um føroyska list, eydnaðist at fáa savnað myndir, sum allar eru læntar til framsýningina.
Tá ið framsýningin læt upp leygardagin, var móttøka, har Steintór Rasmussen, bróðursonur Fridu Zachariassen sang tveir sangir, sum hóskaðu til høvið, og Malan Marnersdóttir greiddi frá um Fridu Zachariassen og um hennara list.
Frida Zachariassen arbeiddi á skrivstovum í Klaksvík, í nøkur ár búði hon í Danmark, og hon ferðaist altíð nógv. Hon var á tekniskeiði nakrar ferðir, og hon fylgdi eisini einum bretskum brævaskeiði í tekning.
Tað hevru undrað mong, hví Frida Zachariassen hevur verið so burturgloymd sum listakvinna. Summi gita, at tað kom av, at hon búði í Klaksvík, burtur frá listafólkaumhvørvinum í Havn. Ein orsøk kann vera, at hon var kvinna, og onkur nevnir, at Frida Zachariassen var ein kvinna, sum ikki legði fingrarnar ímillum og tordi at siga sína hugsan eitt nú í lesarabrøvum. Malan Marnersdóttir nevndi í røøu síni, at tað neyvan var av tilvidl, at Frida Zachariassen helt seg burtur úr Klaksvík, tí í læknastríðið leikaði upp a tað harðasta í 50-árunum.
Bókin um Fridu Zachariassen hevur bæði føroyskan, danskan og endkan tekst.