Landssjúkrahúsið eigur níggju sjúkrabilar. Tríggir av teimum eru í ávísavist Vágunum, Eysturoynni og Sandoynni. Hinir seks hava heimstað á Landssjúkrahúsinum. Tríggir av teimum seks eru í so vánaligum standi, at teir koyra ikki, og tað vil siga, at bert tríggir sjúkrabilar eru tøkir hjá Landssjúkrahúsinum.
Í løtuni eru tveir av teimum trimum tøku sjúkrabilunum á verkstað, og er tí bert ein sjúkrabilur tøkur. Men Landssjúkrahúsið hevur tó lænt ein sjúkrabil úr Suðuroynni, og sigur sjúkrahússtjórin, Poul Gert Hansen, at fólk eiga ikki at kenna seg ótrygg hóast støðan er sum hon er.
? Vit hava nakrar nýggjar og nakrar gamlar sjúkrabilar. Teir sum ikki koyra longur eru millum 7 og 14 ára gamlir. Hinir, sum vit hava her í Havnini, eru eitt og trý ára gamlir, sigur Poul Gert Hansen.
Keypa nýggjar
Ætlanin er annars í løtuni at keypa ein spildurnýggjan sjúkrabil. Ætlanirnar eru so væl á veg, at hann helst verður bílagdur fyrsta dagin. Og kanska ein sjúkrabilur afturat kemur seinni í ár, alt eftir, hvat er tøkt av peningi.
? Minst ein nýggjur sjúkrabilur skuldi verið keyptur um árið, og hetta er málið hjá okkum. Vit royna at seta pening av til hetta, men alt tekur tíð. Um alt skuldi verið optimalt, so høvdu vit havt fýra góðar bilar á Landssjúkrahúsinum, við tveimum børum, og ongin bilur skuldi verið eldri enn trý ár, sigur sjúkrahússtjórin.
Poul Gert Hansen leggur tó dent á, at fólk skulu ikki kenna seg ótrygg, hvat sjúkrabilum viðvíkur, tí Landssjúkrahúsið tryggjar sær neyðugu bilarnar.
? Nú er eisini fast samband til Vágarnar, so vit kunnu skjótt fáa tveir bilar haðani, um tað skuldi verið, sigur Poul Gert Hansen at enda.