- Herfyri varð uttanríkispolitiska lógin fráboðað Sameindu tjóðum. Í hesi fráboðan varð sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroya fólki staðfestur í altjóðasamfelagnum. Sjálvsavgerðarrætturin, yvirtøkulógin og nýggja stjórnarskipanin, sum skal vera liðug við árslok næsta ár, gera, at vit nú av røttum kunnu siga, at sjálvstýrismálið er okkara burturav.
Í røðu síni gamlaárskvøld staðfesti løgmaður, at uttanríkispolitiska lógin, sum varð samtykt í apríl mánaði í fjør, varð fráboðað ST. Løgmaður fortelur, at danska stjórnin í samráð við Føroya Landsstýri, stutt fyri jól boðaði ST frá
Sjálvur metir løgmaður fráboðanina vera ein stórsigur fyri føroyingar á sjálvsstýrisleið.
-Tað var jú fyrst og fremst sjálvsavgerðarrætturin hjá føroyingum, sum kollrendi fullveldissamráðingarnar í 2000. At vit nú hava fingið staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt í altjóða rætti má sigast at vera ein stórur sigur fyri føroyskan sjálvstýrispolitikk, heldur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur afturat, at nú stendur tað til føroyingar sjálvar nær vit vilja gera okkum dælt av hesum rætti.
-Nú, vit hava fingið staðfest rættin hjá føroyska fólkinum í altjóða rætti kunnu danir ikki longur spenna bein fyri okkum, um teir skuldu ynskt tað. Hava vit árræði og vilja til at fara úr ríkisfelagsskapinum, kunnu danir ikki sýta fyri tí longur,tí sjálvsavgerðarrætturin hjá føroyska fólkinum er nú staðfestur sambært altjóða rætti Hetta kemur av, at altjóða rætturin er omanfyri statsrættin, sum danir vanliga hava hildið fast um, greiðir løgmaður frá.
Sambært løgmanni er sjálvstýrismálið endaliga fingið í fasta legu, og nú er tað upp til føroyingar sjálvar, hvussu farast skal fram í málinum.










