Ein sigur og tvey tap

Flogbóltur: Føroyska gestablídni læt bíða eftir sær, tá danska flogbóltsliðið, Skt. Jørgens, um vikuskiftið var í Føroyum og leikti tríggjar venjingardystir móti manslandsliðnum. Landsliðið vann fyrsta dystin 3-2, men tapti teir báðar seinnu 3-1 og 3-0

Tað var ikki sørt av spenningi um hvørt tað fór at eydnast føroyska flogbóltslandsliðnum at basa danska 1. deildarliðnum Skt. Jørgens undan dystunum, sum vóru um vikuskiftið.

Danskur flogbóltur hevur í nógv ár verið í stórari menning, og hóast talan ikki er um yrkisleikarar her, so verður rættiliga nógv meir lagt í venjingina í donskum feløgum, sammett við føroysk.

Hartil kemur, at grundarlagið at taka av í Danmark, av góðum grundum er nógv størri enn okkara, og tað sæst eisini aftur tí kappingin um plássini er hørð.

So hóast danska liðið »bara« spælir í næstbestu donsku var eingin ivi um, at hetta liðið var hørð dystarvenjing fyri landsliðið. Júst tað, sum teir høvdu brúkt fyri.


Vaknaðu úr dvala

Tað byrjaði heldur ikki so illa hjá føroyska liðnum. Teir løgdu hart út, og við skjótum og góðum spæli fingu teir sett donsku gestirnar undir trýst, og tað var meir enn teir megnaðu at standa ímóti í fyrsta umfari.

Landsliðið fór framum beinanvegin í fyrsta setti og orsøkin til tað var, at teir fingu móttøkuspælið at virka eftir ætlan frá byrjan.

Kantspælararnir spældu eisini sera væl henda fríggjadagin, har tað serliga vóru Sigmundur av Teigum og Rúni Weihe sum gjørdu um seg.

Hjá Sigmundi kundi tað neyvan verið lagt betri til rættis, tí hann skal eftir ætlan leika við danska liðnum næsta kappingarár.

Men hóast føroyingar vóru frammanfyri 18-13 í fyrsta setti og 18-11 í øðrum setti, so var tað kortini ikki nóg mikið.

Nervar fóru at gera um seg, ella okkurt sum líkist tí í øllum førum. Spælið steðgaði upp, og einu løtuna sá tað út til, at landsliðið ikki tordi at vinna.

Hetta gav dønum møguleikan aftur og teir vóru ikki seinir at taka av.

Teir fingu landsliðið aftur og vunnu bæði fyrsta og annað sett 25-23.

Hetta fekk so føroyingar at vakna. Teir vildu ikki hava sitandi á sær, at tapa fyrsta dystin, og við góðum spæli og stórum ídni bardu teir seg innaftur í dystin.


Miðspælið gott

Næstu settini vóru eitt sindur javnari enn tey fyrstu bæði, men munurin var hesaferð at landsliðið megnaði at halda seg frammanfyri til settið var av.

Royndir hava sum vera man nógv at siga, og Jan Hentze fekk nógv burtur úr á kantinum, serliga í triðja settið.

Tað, sum tó serliga fekk venjararnar at frøast var, at miðspælið virkaði sera væl.

Roynt verður at fáa ein stóran part av spælinum at ganga um miðjuna, og tað eydnaðist til fulnar í hesum dystinum. At miðspælararnir harafturat fingu nógv burturúr ger ikki gleðina minni.

Suni Hansen, Heini Weihe og Pól Gudmundsson eru stórir og effektivir menn, og tað gekk væl hjá teimum, sigur Klæmint Isaksen venjari.

Settúrslitini tey trý seinastu settini vóru 25-20, 25-21 og 15-12.

Sum lesarin sær, so var hesaferð spælt við einari heilt nýggjari teljiskipan, sum skal brúkast framyvir. Tað er eisini henda skipan, sum verður brúkt á Gotlandi, so hetta var gott høvi at royna hana.


Niður á jørðina aftur

Næsti dysturin í røðini var í Klaksvík leygardagin.

Gestirnir høvdu nú nakað at hevna frá degnum fyri, og teir vóru nærlagdir fyri at fáa fatur á langa endanum.

Føroyingar harafturímóti vóru kanska eitt sindur ov tryggir upp á seg sjálvar og tað, sum teir høvdu megnað dagin fyri, og tað hevði við sær, at konsentratiónin sveik í byrjanini av dystinum.

Skt. Jørgens kom væl í gongd, og føroyska liðið var heilt einfalt ikki til reiðar.

Skt. Jørgens vann fyrsta sett 25-21 og sum spælið háttaði seg, so var tað í lagið.

Í øðrum setti vaknaðu føroyingar úr dvala. Teir vildu vísa áskoðarum og venjara, at tað sum hendi í fyrsta settinum var eitt mistak, og teir tóku seg rættiliga saman.

Landsliðið vann annað sett 25-18, og tað stutta av tí langa er, at hetta settið var tað besta í øllum trimum dystunum.

Spælið fleyt sum tað skuldi, og serliga Suni Hansen, á miðjuni, og Klæmint Isaksen, sum hevari spældu væl.

Móttøkurnar lógu ótrúliga neyvar og við teimum kom eisini skil á miðálopini og kantálopini, sum danir ongan møguleika høvdu at gera nakað við.

Samstundis fylgdi landsliðið taktiska upplegginum frá Jesper Brix og tí eydnaðist tað so sera væl.

Klæmint Isaksen sigur at hann er sera fegin um tað at teir kláraðu at fylgja upplegginum og ikki minst at broyta tað tá tað var neyðugt.

? Hetta verður uttan iva neyðugt á Gotlandi, og tí er tað av sera stórum týdningi at vit vístu at vit eru førir fyri hesum, sigur Klæmint Isaksen.

Tá føroyingar høvdu vunnið annað sett, fór danska liðið aftur í gongd, og so var liðugt hjá føroyingum.

Danir vunnu næstu settini 25-17 og 25-20 og harvið dystin 3-1.


Ongin ivi um sigurin

Seinasti dysturin móti gestunum var leiktur á Giljanesi og her var eingin ivi um hvør fór at vinna.

Kantspælið hjá føroyska landsliðnum fór í hundarnar, og tað bar ikki til at fáa skil á tað aftur.

Servumóttøkan, sum er hornasteinurin undir einum góðum álopi virkaði heldur ikki eftir vild, og tað sá út til at menn vóru troyttir av nógvu ferðingini.

Úrslitið av seinasta dystinum var, at danir vunnu 25-19, 25-16 og 25-19.