Ein sigur og eitt tap til føroyingaliðini í Keypmannahavn

Keypmannahavn vann á heimavølli - Ajax var fyri stórtapi

Rakul Wardum er annar av málverjunum hjá Ajax

Tað gekk ógvuliga misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark í dag. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn vunnu á heimavølli 29-27 á Skanderborg, ið er aftast í deildini við bert fimm stigum. Í steðginum var Skanderborg á odda 15-14.

 

Tá 42 minuttir vóru farnir var Skanderborg á odda 22-19, men tá eydnaðist tað heimaliðnum at skora fimm mál á rað uttan, at Skanderborg svaraði aftur. Keypmannahavn hevði leiðsluna restina av dystinum, men munurin var ongantíð meir enn trý mál, og málið til 29-27, ið staðfesti sigurin kom tá bert 10 sekund vóru eftir.

 

Pernille skoraði trý mál fyri Keypmannahavn í dag. 

 

Rakul Wardum, Súna K Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax vóru á heimavølli fyri stórtapi 18-30 í dysti móti Silkeborg Voel KFUM. Í steðginum var útiliðið á odda 12-9.

 

Súna skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál, og Rakul bjargaði tríggjar av níggju málroyndum hjá Silkeborg Voel tá hon slapp at verja málið hjá Ajax. 

 

Keypmannahavn er fjórðfremst í deildini við 24 stigum. Ajax er næstaftast við bert sjey stigum. 

 

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru Magna Tórðardóttir og liðfelagarnir í HIK á heimavølli fyri stórtapi 15-33 (7-18) móti Ringsted. Magna skoraði eitt mál í dag.

 

HIK er næstaftast í deildini við bert átta stigum. Fremst í deildini eru Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg við 32 stigum. 

 

 

 

Rakul Wardum er annar av málverjunum hjá Ajax