Serliga er tað hjá B68, at skaðarnir koma illa við, tí talan er um teir báðar markantu útlendingarnar, Keita og Ndende, ið ikki eru 100 prosent klárir og tí neyvan heldur koma at fáa nakran avgerandi leiklut í dystinum, sum verður bríkslaður í gongd á Svangaskarði sunnudagin klokkan 15. Haraftrat situr Oddur Højgaard, ið higartil hevur skotið fimm mál, uttanfyri við karantenu.
– Umframt hesar, eru fleiri smáskaðar, men tað ávirkar ikki málið hjá okkum, sum er at fáa trý stig burtur úr dystinum, tí vit hava bara fingið eitt stig burtur úr síðstu fimm dystunum, sigur B68-venjarin, Bill McLeod Jacobsen.
– At vit nú hava havt ein steðg upp á tvær vikur, hevur sjálvandi bøtt eitt sindur um støðuna, men annars hava vit nakrar ungar og svangar menn, sum heldur enn fegnir vilja sleppa inn at vísa, hvør dugur er í teimum.
Heldur ikki Sigfríður Clementsen sleppur sum B36-venjari undan at hugsa eitt sindur um teir spælarar, hann ikki fær brúkt. Bæði Símun Joensen og Meinhardt Joensen sita uttanfyri, og hóast Ingi Højsted aftur er farin at venja við fullari ferð, verður hann neyvan við á Toftum, har B36 skal royna at endurtaka sigurin frá fyrra dystinum millum liðini bæði í Havn. Tá vann B36 3-1.
– Hetta er ein dystur, sum er rættiliga avgerandi fyri báðar partar. Vinnur B68, so fáa toftamenn fatur í okkum, men vinna vit hinvegin, so eru vit beinanvegin aftur í nánd av einum plássi, ið kann geva europeiskan fótbólt komandi ár, sigur hann.
– Fyri okkum ræður um, at vit vísa, at dysturin týskvøldið, tá vit mistu finalussessin, ikki vísti okkum, soleiðis sum vit eiga at spæla. Nú skulu vit inn á vøllin at vísa, hvat vit veruliga eru verdir.