Tað segði Pál Joensen við TV2 beint eftir, at hann kom úr hylinum eftir at hava vunnið silvur á 1500 m á stuttbana í Jyske Bank Boxen í Herning, har tey bestu í Evropa kappast.
Pál Joensen svam teinin við tíðini 14:35:99. Tað er betur enn tilmeldingartíðin hjá honum, sum var 14:36:93.
Tilmeldingartíðin hjá Pál Joensen er 14.36.93. Bestu tilmeldingartíðina hevði Gregorio Paltrinieri úr Italia. Tilmeldingartíðin hjá honum var 14:27.58. Hann endaði á áttanda plássi við tíðini 14:50:08.
Stóra vónin hjá dønum, Mads Glæsner, lá á odda fyrstu fimm minuttirnar ella so, tá Pál Joensen innheintaði hann. Mads Glæsner dragnaði tá og kom á mál sum nummar 10 á aftasta plássi 14:53:05
Gullmedaljan fór til Gergerly Gyurta úr Ungarn, sum svam teir 1500 metrarnar upp á 14:30:26.