Ein sigur fyri samgonguna

Tað er ein sigur fyri samgonguna at vit kláraðu at halda avtaluna, sigur Anfinn Kallsberg

Skattalætti og Samhaldsfasti

Tá ið landsstýrið legði uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár fyri Løgtingið, vísti tað eitt hall uppá 219 milliónir.
Tá segði formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, at hann helt, at hallið var yvaleysa stórt og við hansara vilja, verður tað ikki størri enn tað.
Men í gjár gjørdi samgongan eina avtalu um ein skattalætta og um at økja inngjaldið til Samhaldsfasta, so at útgjaldið kann hækkast næsta ár.
Men hóast hendan avtalan fer at økja hallið á fíggjarlógini 30,5 milliónir afturat, kallar Anfinn Kallsberg hana fyri ein sigur fyri samgonguna.
Avtalan, sum varð gjørd í gjár, var fyri at halda eina avtalu, sum samgongan gjørdi, tá ið hon varð skipað. Tá varð avtalað, at ein skattalætti skal latast hvørt ár í hesum valskeiðnum, samstundis sum at Samhaldsfasti skal styrkjast, so at útgjaldið úr honum fer at økjast munandi.
Tað er avgjørt ein sigur og ein styrki fyri samgonguna, at hon hevur víst, at hon er før fyri at halda gjørdar avtalur.
Eg eri serstakliga fegin um, at avtalan í samgonguskjalinum um skattalættan og samnhaldsfasta verður hildin. At politiskar avtalur verða hildnar og settar í verk, er ein fortreyt fyri, at tað ber til at gera politiskar avtalur og tað er ein avgjørd styrki hjá samgonguni, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.

Onki svar enn
Spurningurin er so, hvussu hesar øktu útreiðslurnar á fíggjarlógini upp á 30,5 milliónir, skulu fíggjast.
Tað hevur formaðurin í fíggjarnevndini ikki eitt greitt savar upp á í løtuni.
Tað fáa vit ikki at vita, fyrrenn fíggjarnevndin leggur sítt álit fram um mánaðarskiftið.
Men hann heldur fast um, at upprunaliga hallið upp á 219 milliónir er ivaleysa stórt.
Tí fara vit at gjøgnumganga hvørja einastu játtan á fíggjarlógini sera nágreiniliga fyri at vita, hvørjar broytingar kunnu gerast.
Hann sigur, at tað er vanligt, at fíggjarnevndin ger fleiri boytingar í uppskotinum hjá landsstýrinum og árið í ár verður helst onki unndantak, sigur hann.
Tað eru sostatt ymsir møguleikar at fíggja hetta eyka hallið upp á 30,5 milliónir.
Ein møguleiki er at lata hallið økjast 30,5 milliónir. Ein annar møguleiki er at finna sparingar. Ein triði møguleiki er ein samantvinning av báðum.
Men Anfinn Kallsberg sigur, at landsstýrið legði uppskotið til fíggjarlóg fram út frá teirri fortreyt, sum tá var galdandi.
Fíggarnevndin viðgerð síðani uppskotið og leggur eitt broytingaruppskot fram útfrá tí veruleika, sum tá verður galdandi.
Hann sipar til, at gongdin í samfelagnum kann vera broytt og tað kann føra við sær at broytingar verða gjørdar. Eitt nú skulu nýggjarinntøkumetingar gerast og alt tað broytir fortreytirnar og tað ávirkar eisini fíggjarlógina.
Somuleiðis kunnu ymsar politiskar semjur verða gjørdar sum ávirka fíggjarlógina og tað leggur fíggjarnevndin eisini upp fyri og tað má tað eisini vera rúmd fyri.
Men endamálið er framvegis, at javnvág skal fáast á fíggjarlógina sum skjótast, sigur Anfinn Kallsberg.