Ein sigur fyri alt USA

Barack Obama, forseti, sigur, at tað er ein sigur fyri alt tað amerikanska fólkið, at hægstirættur hevur staðfest, at tann umstrídda heilsunýskipanin stríðir ikki ímóti stýrisskipanini.

-Sama hvørji politisk sjónarmið vit hava, so er avgerðin í dag ein sigur fyri alt landið. Tilveran hjá tí einstaka er vorðin tryggari, nú hægstirættur hevur staðfest, at lógin er í samsvari við stýrisskipanina og tí stendur við makt, segði Obama seinnapartin. Hnn legði afturat, at stjórnin fer at halda fram við arbeiðinum at fáa lógina at virka til fulnar og at gera neyðugar ábøtur.

Republikanararnir eru sera vónsviknir av niðurstøðuni hjá hægstarætti. Tann republikanski formaðurin í Umboðsmannatinginum, John Boehner, sigur, at hann fer at virka fyri, at lógin verður sett úr gildi aftur.