Tað sær gott út hjá Jóhan á Plógv Hansen og teimum í Bjerringbro-Silkeborg, sum eru ógvuliga tætt við at spæla seg í hálvfinaluna í bestu donsku hondbóltsdeildini, Boxer Herreligaen.
Tað eru teir eftir 26-24-sigur á heimavølli ímóti Team Tvis Holstebro í gjár, har støðan í hálvleikssteðginum var 13-11 til heimaliðið. Jóhan á Plógv Hansen kom ikki á máltalvuna.
Sigurin hevur við sær, at Bjerringbro-Silkeborg nú bara skal vinna ein av teimum tveimum dystunum, sum eftir eru at spæla, fyri at røkka hálvfinaluni.
Dystirnir eru á útivølli ímóti Skjern og heima ímóti SønderjyskE. Dysturin ímóti Skjern verður leygarkvøldið kl.19.00 føroyska tíð.











