Klokkan 18.30 í kvøld verður síðsti dysturin í 19. leikumfari av Effodeildini spælt. Dysturin er í Runavík ímillum NSÍ og ÍF.
Eftir sigurin hjá B36 ímóti FC Suðuroy er trýst á NSÍ, tí at frástøðan til oddaliðið er nú vaksin upp í fimm stig. Í fyrru hálvu var NSÍ oddalið mestsum alla hálvuna, men seinastu vikurnar áðrenn summarsteðgin kom stígur í hjá gulu vespunum. Fýra teir síðstu dystirnir blivu ikki vunnir, men fyri einari viku síðani fann NSÍ sigursleiðina aftur, tá ið runavíkingarnir vunnu 1-2 á útivølli ímóti AB.
ÍF hevur veruliga nakað at prógva eftir 4-0 tapið ímóti B36 ólavsøkuaftan. Leikliga avrikið var als ikki nóg gott, og tað skulu aðrir bollar í súpanina, um ÍF skal gera sær nakrar vónir um at fáa stig við Løkin. Vit skulu aftur til tann 31. mai fyri at finna seinasta sigurin hjá fuglfirðingum, tá ið ÍF vann 3-1 ímóti TB. Síðani hendan dystin hava fuglfirðingar spælt fýra landskappingardystir, har tað ikki hevur eydnast teimum at vunnið.
Úr Runavík ljóðar, at Haraldur Højgaard ikki er við vegna leikbann, Jónleif Højgaard er skaddur, meðan Monrad Holm Jacobsen er burturstaddur.
Trygvi Mortensen sigur í viðmerking við in.fo, at um NSÍ skal hanga í B36, so er ein sigur helst eitt krav. Eisini er Trygvi sannførdur um, at tað verður ein verri dystur fyri NSÍ enn vanligi áskoðarin væntar, tí at hann ivast ikki í, at tað verður eitt heilt annað ÍF-lið, enn tað liðið, sum spældi á Ólavsøku ímóti B36, ið kemur á vitjan við Løkin. Trygvi leggur tó fyrst og fremst dent á sítt egna lið og fegnast um, at Árni Frederiksberg er tøkur aftur eftir leikbann.
Hópurin hjá ÍF er so at siga fullmannaður til kvøldsins dyst. Bartal Eliasen er ikki við, men annars skuldu allir aðrir verið tøkir. Sum skilst, so er Adeshina Lawal eisini við í hópinum, hóast hann ikki var við í seinasta dysti.
Áhugavert er eisini at nevna, at í dag eru júst tríggir mánaðir síðani, at NSÍ seinast vann ein heimadyst í Effodeildini. Tá vann NSÍ 3-0 ímóti KÍ. Síðani tá hevur NSÍ spælt tríggjar dystir við Løkin, har tað ikki hevur eydnast teimum at vunnið.
Kvøldsins dystur verður dømdur av Peturi Reinert.