Hondbóltur
Elsti spælarin hjá VÍF er bara 24 ára gomul. Liðið er akkurát flutt upp í Sunset-deildina eftir at eitt mest sum fullkomið ættarliðsskifti er farið fram, og eingin av spælarunum á liðnum hevur áður staðið í eini steypafinalu.
Tað hevur fingið tey flestu til at avskriva spenningin í kvinnufinaluni, men stórskjúttin hjá VÍF, Liljan Djurhuus, vil á ongan hátt avskriva seg og sínar.
- Sjálvandi er Stjørnan favorittur, og tað er væl tey fæstu, sum vænta nakað av okkum til dystin. Men talan er altso um eina finalu, og sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu skapa sensatiónina. Annars kanst tú bara gevast beinanvegin, sigur Liljan Djurhuus.
Hóast hon og liðfelagarnir nú fyri fyrstu ferð rigga seg til at spæla steypafinalu, so er hetta ikki nakað, sum hevur rúgva alt ov nógv hesa farnu vikuna.
- Vit hava roynt at vant á sama hátt, sum vit hava gjørt hinar vikurnar. Sjálvandi hava vit tosað nakað um finaluna, sum vit allar gleða okkum til, men vit hava ikki gjørt nakað serligt burturúr.
Eru so nakrar serligar taktiskar snillur, sum tit hava vant nú til finaluna?
- Nei, tað haldi eg ikki. Sjálvani er venjingin rættað móti dystinum, men vit hava ikki uppfunnið nakað nýtt nú í evstu løtu. Hjá okkum er mest umráðandi, at vit klára at gera tað, sum vit eru bestar til. Sum árið hevur gingið, hava vit verið betri til at avmarka tær ringu løturnar í dystinum, og hesa ferð skulu vit vera á tærnum í 60 minuttir. Megna vit tað, og hava vit dagin, so kunnu vit gera tað. Og samstundis skulu vit so fegnast um, at tað hjá okkum er ein sigur í sjálvum sær at vera í finaluni, sigur Liljan Djurhuus.










