Ásla ein seym frá 70.000 krónum

Tað restaði lítið í til tær 70.000 krónurnar í kvøld, men kvinnan úr Sandavági var væl nøgd við vinningin, hon fekk.

- Jú, hetta er ótrúliga spennandi, og eg ristist ordiliga, segði kvinnan úr Sandavági.

Tað var Ásla Myllá í Sandavági, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld, og hon duldi ikki fyri, at hon var spent.

 

- Jú, hetta er ótrúliga spennandi, og eg ristist ordiliga, segði hon við gekkavertin, Jan Gardar.

 

Men, Ásla Myllá var sinnilig, og hon tóktist rólig, tó at høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 200.000 krónur.

 

Hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar - við 70.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum - og einar 2-3 seymir frá reyða leypinum.

 

- Eg haldi, eg koyri einaferð aftrat, segði hon.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum eisini hevði verið ein góður vinningur í kvøld.

 

Men, Ásla Myllá helt fyri, at nú hon endiliga var sloppin ígjøgnum, fór hon eisini at royna triðja møguleikan.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum - og streyk bert ein seym framvið bláa leypinum.

 

So, her restaði lítið í til tær 70.000 krónurnar, men fryntliga kvinnan í hinum endanum var væl nøgd við vinningin.

 

- Hatta er fínt, túsund takk fyri, segði Ásla Myllá úr Sandavági.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Jú, hetta er ótrúliga spennandi, og eg ristist ordiliga, segði kvinnan úr Sandavági.

Vertur í gekka-spælinum í kvøld var enn einaferð Jan Gardar.