TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá Víkingi, sum upplivdi at tapa 1-3 ímóti HB á heimavølli í dag.
Atli Gregersen er alt annað enn samdur við Hilmari Jan Hansen í, at HB var tað betra liðið í dag, og spyr hvør hevði flest málmøguleikar í dystinum, og tað heldur hann avgjørt var Víkingur.
Speiskliga heldur liðformaðurin hjá Víkingi fyri, at Rás2 er við at blíva eitt líka stórt HB-varp sum Kringvarp Føroya. Sum tann vinnaratýpan hann er, so duldi Atli Gregersen ikki, at hann var vónbrotin um tapið.
Atli Gregersen heldur tó, at HB spældi ein góðan dyst, og hann heldur, at HB er eitt lið, sum er í góðum formi fyri tíðina.










