Ein sera trupul dystur

Litaviski landsliðsvenjarin hevur noterað sær góðu úrslitini, sum Føroyar hava havt á heimavølli, og tí sigur hann seg ikki rokna við nakrari lættari uppgávu í kvøld

Fótbóltur

 

Tað er vanligt at sýna mótstøðuni virðing, og tað er avgjørt nakað, sum litaviski landsliðsvenjarin ger, nú hann fyrireikar sínar menn til landsdystin móti Føroyum.

José Couceiro tosaði við umboð fyri litavisku og føroysku pressuna týskvøldið, og hann legði stóran dent á, at hjá honum er setningurin einfaldur. At fáa trý stig við sær heim.

- Tað finnast eingir lættir dystir í altjóða fótbólti, og Føroyar hava eitt gott lið. Eg veit væl, at tey ikki eru fleiri enn eini 48.000 fólk, men lutfalsliga fyllir fótbólturin nógv meira her, enn hann ger í Litava, og landsliðið hjá teimum leggur altíð nógv fyri, sigur José Couceiro.

- Tí er tað eingin ivi um, at vit mugu vera á toppinum, um vit skulu vinna. Tekur tú úrslitini hjá Føroyum hesa undankappingina, so hava teir á heimavølli tapt við einum máli móti Rumenia og Fraklandi, meðan teir spældu javnt móti Eysturríki. So tað verður trupult at fáa øll stigini við heimaftur.

Enn hevur Litava møguleika at blanda seg í oddastríðið í okkara undankappingarbólki, men tann spurningurin er ikki nakað, sum José Couceiro tímir at hugsa so nógv um.

- Sjálvandi telja trý stig her eins nógv, sum tey gera aðrastaðni. Men skuldu vit fingið trý stig, so verða tey bara sett á bók í fyrsta umfari. Her og nú er tað av alstórum týdningi, at vit hugsa um hesa einu uppgávuna, og so kunnu vit seta okkum at telja stigini saman í oktober mánaði, sigur José Couceiro.