Leikaraskifti
Anders Theil dylur ikki fyri, at Jón Rói Jacobsen hevur verið ein sera týðandi leikari hjá Frem, og tað verður trupult at finna ein avloysara fyri føroyska landsliðsmannin.
Skal nokk klára seg
- At Jón Rói nú velur at fara til AaB, er ein sera stórur missur fyri okkum í Frem, tí hann av týdningarmiklastu leikarunum hjá okkum. Jón Rói er ein ógvuliga støðugur leikari, sum er í eini ótrúligari menning, sigur Anders Theil.
Venjarin hjá Frem er ikki í iva um, at Jón Rói Jacobsen fer at standa seg væl í AaB og í superliguni.
- Jón Rói hevur leikligu dygdirnar, sum skulu til. Hann er tekniskt væl fyri, dugir væl at lesa spælið, og hann er sterkur við høvdinum. Einasti veikleikin er, at hann kanska ikki er so skjótur. Sjálvandi skal hann venja seg við støðið í bestu deildini, men eg ivist ikki í, at hann fer at klara seg í superliguni, sigur Anders Theil at enda.