Ein sera spennandi tíð fyri framman 

- Mær dámar væl at sigla, og hetta fari eg at sakna í nakrar dagar, men tað er deiligt, nú tað nú er koyrandi, sigur Frida Poulsen, leiðari á Visit Skopun.

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er ein veruleiki?

- Hetta er ein løgin kensla, tí hetta er nakað, vit hoyrt um so leingi, og sum nú knappliga er veruleiki. Ein sera spennandi tíð liggur fyri framman - eisini hjá okkum her í Visit Skopun.

 

Tað sigur Frida Poulsen, sum eisini er leiðari á kunningarstovuni í Skopun.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fær fyri Sandoynna? 

- Eg vænti, at tunnilin fer at fáa stóran týdning. Tað, at tú nú kanst koyra, tá tú vilt og í minni mun ert bundin at klokkuni og tíðini á degnum er fantastiskt.

 

Hon væntar, at nú tað er lættari at sleppa til og frá, fer at gera, at tað verður meira ferðsla í Sandoynni.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum? 

- Eg trúgvi, at tað til tíðir kann gerast ov nógv bilaferðsla.

 

Frida Poulsen sigur seg vóna, at sandoyingar fáa eitt busssamband, sum tey kunnu vera nøgd við. 

 

- Eitt, sum eg kanska stúri eitt sindur fyri, er, at fólk nú fara at keypa minni í oynni og at smáu støðini, sum eru almenn, kunnu verða spard burtur, sum tíðin gongur.

 

Hon vónar tó ikki, at tað, sum hevur riggað væl í Sandoynni, verður flutt inn á meginlandið, nú Sandoyarunnilin er ein veruleiki.

 

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Mær dámar so væl at sigla, og hetta fari eg at sakna í nakrar dagar, men tað er fantastiskt, at tað nú er koyrandi. Eftir stuttari tíð vænti eg, at vit hava gloymt Teistan.

 

Og hon leggur aftrat: 

- Beint nú kunnu kenslurnar vera eitt sindur blandaðar, men nei – nýggja farleiðin, vit nú hava fingið, verður avgjørt ein fyrimunur fyri okkum her í Sandoynni, sigur Frida Poulsen.